Kommunulæknar
Læknamiðstøðin heldur til við Sandin í Klaksvík
Opið er:
Mánadag til fríggjadag: 8.00 - 16.00
Telefonviðtala: 8.00 - 11.00
Umvegis heimasíðuna www.laknarklaksvik.fo kanst tú:
- Bíleggja tíð hjá lækna
- Umbiða avlýsing ella broyting av tíð hjá lækna
- Endurnýggja resept
Tá ið tú bíleggur tíð umvegis heimasíðuna, fært tú svar í telduposti.
Umbønir sendar eftir kl. 14.00, vera avgreiddar næsta yrkadag.
Eftir kl. 16.00 kann ringjast til tlf. 1870.
HESI MANNA VIÐTALURNAR
Læknaviðtala nr. 1
Lækni: Hanus á Lógv
Box nr. 97
Tlf. 66 33 00
Læknaviðtala nr. 2
Box 138
Tlf. 66 33 00
Læknaviðtala nr. 3
Lækni: Arnhold O. Jensen
Box nr. 27
Tlf. 66 33 00
ØKISPSYKIATRIIN
Økispsykiatriin í Norðoyggjum heldur til á Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík
Ávísing til viðgerð
Tey sum fáa í boðið Økispsykiatri, skulu ávísast frá antin eins egna kommunulækna ella sum víðari viðgerð frá Psykiatriska deplinum eftir innleggjan –bæði til medisinska viðgerð og stuðlandi samtalur- men eisini sum virkin røkt og viðgerð í eins egna umhvørvi, uttan at hava verið innlagdur.
Økispsykiatriin kann sum dømi bjóða kognitiva viðgerð fyri ótta, psykosu og tunglyndi, sosiala førleikavenjing og -menning, menna og stuðla tí einstaka og hansara netverki at megna ymsu lívsumstøðurnar og veita hjálp, til at koma í gongd við og skipað virknan daglig dag, samsvarandi teirra ynski og málum.
Somuleiðis kunnu vit bjóða psykiatriska røkt og viðgerð, við uppfylging av heilivág viðgerð –undirvísing um árin og hjáárin og týdning av viðgerð. Undirvísing um sjúku/heilsu- eyðkennir og fyribyrging av afturstigi, við denti á møguleikan at koma seg eftir sjúku.
Økispsykiatriin veitir eisini ráð og vegleiðing innan psykiatriska røkt og viðgerð til sjúklingar, avvarðandi og onnur.
Starvsfólkini í Økispsykiatriini eru sjúkrarøktarfrøðingar, sum í tí dagliga virka í tøttum tvørfakligum og tvørsektoriellum samstarvi við aðrar partar, um uppgávuna í viðgerðini.
Starvsfólk
Mirjam M. Heinesen, sjúkrarøktarfrøðingur
telefon: 234576
Teldupostur: lsmirma@ls.fo
Sigrun D. Hansen, sjúkrarøktarfrøðingur
telefon: 234577
Teldupostur: lssighn@ls.fo