Umsókn um loyvi til at brenna bál 


Ætlar tú tær at brenna bál, skalt tú vera greið/-ur yvir, at størri bál, sum nýggjársbál og jóansøkubál, krevja góðkenning. Til smærri bál krevst eingin góðkenning, tá endamálið er matgerð ella annar útihugni.

Kortini skalt tú altíð fylgja leiðreglunum fyri bálbrenning. Fyri øll bál, stór sum smá, og øll eldstøð bæði innan- og uttandura, er meginreglan, at bálini mugu ikki elva til ampa. Elvir brenningin til ampa, kann kommunan ella løgreglan geva boð um, at eldurin skal sløkkjast.

Send umsókn á Vanganum