Útivika 21.-25. juni

13. jun 2021

kl. 16-22 Krokk verður sett fram á vøllinum á Fossánesi – øll eru vælkomin at fara norður at spæla krokk. Hetta er møguligt hvønn dag í útivikuni.

kl. 19 felagssangur á Støð í Hvannasundi. Øll eru vælkomin at taka egna kaffi- og/ella thekannu, koppar og tað, sum har til hoyrir við.

Týsdagur

kl. 16-22 Øll eru vælkomin at fara norð á Fossánes at spæla Krokk.

kl. 15 Klatring við Kaj Eli Sørensen fyri børn í aldrinum 3-12 ár. Hetta verður úti á Rættum, sum er uppi yvir tunnilsmunnanum til Viðareiðis. Øll børn skulu koma við vaksum. Tit tekna tykkum við at trýsta á her og fylla teigarnar út.
Tiltakið endar, tá øll børnini hava klatrað.

kl. 19 Til ber at stuðla NHR við at keypa kaffi og vaflur við kirkjuhúsið

kl. 19 Fótbóltskapping fyri kvinnur á vøllinum í Hvannasundi. Fótbóltskappingin verður skipað soleiðis, at tríggjar verða í hvørjum liði. Tit tekna tykkara lið til her.

Kl. 20 fótbóltskapping fyri menn á vøllinum í Hvannasundi. Fótbóltskappingin verður skipað soleiðis, at tríggir verða í hvørjum liði. Tit tekna tykkara lið til her.

Mikudagur

kl. 16-22 Øll eru vælkomin at fara norð á Fossánes at spæla Krokk.

kl. 17   fótbóltskapping fyri børn verður á vøllinum í Hvannasundi.
Øll børn, sum ynskja at verða við í kappingini møta í góðari tíð. Fótbóltskappingin er ætlað børnum upp til 13 ár.

kl. 18 fer Kaj Eli Sørensen at síga við teimum, sum eru 13 ár og eldri. Hetta verður úti á Rættum, sum er uppi yvir tunnilsmunnanum til Viðareiðis. Tit tekna tykkum til her.
Tiltakið endar, tá øll eru sloppin framat.

 

Hósdagur

kl. 16-22 Øll eru vælkomin at fara norð á Fossánes at spæla Krokk.

kl. 18 gongutúrur niðan á Fossdal. Vit møtast við parkeringsplássið við Fossá.

Fríggjadagur

kl. 16-22 Øll eru vælkomin at fara norð á Fossánes at spæla Krokk.

kl. 17-20 verður kajakkrógving á sundinum. Fólk frá Kajakk.fo standa fyri tiltakinum og verða á staðnum og greiða frá, hvussu farast skal fram. Tey hava alla útgerð, eisini bjargingarvestar og turrdraktir. Tey koma at verða uppi á landi og úti á sundinum við teimum, sum fara at rógva kajakk.
Aldursmarkið er 7 ár. Børn, sum ætla at rógva Kajakk skulu hava onkran vaksnan við sær.

Seinastu tíðindi

Útskiftingarfundur – Depil fyri Norðan
10. sep 2026
Vaskifólk til kommunuskriv­stovuna
17. aug 2026
Skúla­bussu­rin 2026/­27
12. aug 2026
Broyting í innsavning - IRF
24. jul 2026
Vatn - lítið trýst á vatninum
15. jul 2026
Arbeiðið er nú liðugt - Óstøðugt vatn frá Sundsvegi 47 og suðureftir
15. jul 2026
Tað er aftur gjøgnumkoyr­andi eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026
Kommunuskrivstovan er farin í summarfrí
14. jul 2026
Ongin gjøgnumkoyring eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026
Gøtan í Norðdepli tikin í nýtslu
08. jul 2026