Barnahúsið IMBA søkir eftir starvsfólki

08. apr 2022

 

Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, barnagarði, skúlabólki og frítíðarskúla.

Vit kunnu bjóða:

·         Eitt námsfrøðiligt starv á 34 tíma viku í barnagarðsstovuni Fossdalur, at byrja 01. mai 2022, sí starvsstaður.

·         Eitt námsfrøðiligt starv á 25 tíma viku, í frítíðarskúlanum Breytadalur, at byrja 15. august 2022, sí starvsstaður.

Starvstíðin her er frá 11.15 og út á seinnapartin.

Um eingin námsfrøðingur søkir kann hjálparfólk verða sett í  starv. Tó verður søkt eftir námsfrøðingi á hvørjum ári til størvini.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

·         Hevur mildleika, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum  og starvsfeløgum.

·         Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.

·         Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.

·         Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.

·         Sær møguleikar fram um forðingar

Vit kunnu bjóða:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í  náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA
Tann, ið settur verður, skal  kunna  starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. apríl 2022, kl. 12:00.

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo  

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.
Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891
 

Seinastu tíðindi

Ruskplássið stongt leygdar­dagin 19.09.26
17. sep 2026
Kunngerð frá útskiftingar­nevnd­ini fyri Norð­toftahaga
17. sep 2026
Kommuskrivstovan er stongd mikudagin 16.09.26
15. sep 2026
Útskiftingarfundur – Depil fyri Norðan
10. sep 2026
Vaskifólk til kommunuskriv­stovuna
17. aug 2026
Skúla­bussu­rin 2026/­27
12. aug 2026
Broyting í innsavning - IRF
24. jul 2026
Vatn - lítið trýst á vatninum
15. jul 2026
Arbeiðið er nú liðugt - Óstøðugt vatn frá Sundsvegi 47 og suðureftir
15. jul 2026
Tað er aftur gjøgnumkoyr­andi eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026