Útivika í Hvannasunds kommunu 2022

01. jun 2022

Í døgunum 20.-24. juni verður útivika í Hvannasunds kommunu. Ymisk tiltøk fyri alla familjuna verða á skránni.


Mánadagur


Kl. 17 Dyppitreff norðanfyri byrgingina í Norðdepli. Til tykkum, sum dyppa fyri fyrstu ferð: tað er gott at hava okkurt á beinunum. Heitt kakao verður at fáa aftaná

Kl. 19:00 Rørsla við góðum fólki frá Treysti á vøllinum á Fossánesi. Stuttligar venjingar og kappingar fyri børn og vaksin 
 
Týsdagur

Kl. 17 Fótbóltskapping fyri børn á vøllinum í Hvannasundi. Signar í Frammistovu skipar fyri. Øll børn eru vælkomin  

Kl. 19 Felagssangur á Støð í Hvannasundi. Øll eru vælkomin at taka egna kaffi og/ella thekannu við, koppar og tað, sum har til hoyrir


Mikudagur  

Gang, renn, súkkla ella trilla ein túr! Vatn og frukt verður at fáa á niðanfyri kommunuskrivstovuna kl. 19
 
Kl. 20 Togtogan á Sandoyarbug fyri ung og vaksin. Ólavur Syderbø skipar fyri. Kaffi verður at fáa uttan fyri Kommunuskrivstovuna 
 
Hósdagur

Kl. 17 NHR skipar fyri Kondibingo. Plátur verða til keyps í NHR neystinum

Kl. 19:30 Gongutúrur norður á Fossá við Hans Arna Olsen. Vit møtast norðanfyri skúlan á Fossánesi 
 
Fríggjadagur 

Kl. 17-20 Boingbóltar og hoppiborgir verða á vøllinum á Fossánesi  

Kl. 18:30 Toast, sunkist, kaffi og the verður at fáa 



Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltøkini. Broytingar í skránni kunnu koma fyri

 

Trivnaðarnevndin

Seinastu tíðindi

Skúla­bussu­rin 2026/­27
12. aug 2026
Broyting í innsavning - IRF
24. jul 2026
Vatn - lítið trýst á vatninum
15. jul 2026
Arbeiðið er nú liðugt - Óstøðugt vatn frá Sundsvegi 47 og suðureftir
15. jul 2026
Tað er aftur gjøgnumkoyr­andi eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026
Kommunuskrivstovan er farin í summarfrí
14. jul 2026
Ongin gjøgnumkoyring eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026
Gøtan í Norðdepli tikin í nýtslu
08. jul 2026
Nýggjur brandbilur
03. jul 2026
Endur­lýsing - Starv í Skúlanum á Fossánesi skúlaárið 2026/­27
01. jul 2026