Kunngerð um broyting í byggisamtykt fyri Hvannasunds kommunu

10. nov 2022

Orsakað av feili í fyrru lýsingini verður lýst av nýggjum

Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022 hevur Hvannasund bygdaráð á fundi 24. august 2022 samtykt at víðka  almennu byggisamtyktina fyri Hvannasunds kommunu soleiðis, at Sethúsaøki "Øki B" í Hvannasundi verður víðkað sum víst á kortiskjali A:

Øki við serstakari byggisamtykt                       Økið við serstakari byggisamtykt
Kortskjal A - Víðkan av verandi almennu byggisamtykt             Kortskjal 1 - Økið við serstakari byggisamtykt

Samstundis er samtykt, at fyri økið sum víst á kortskjali 1, verður lýst serstøk byggisamtykt.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um víðkan av byggisamtyktarøki B og um serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á heimasíðuni www.hvannasund.fo og á kommunuskrivstovuni frá 10. november 2022 til 1. desember 2022.

Møgulig mótmæli verða at senda Hvannasunds kommunu skrivliga í brævi ella við telduposti til hvannasund@hvannasund.fo í seinasta lagi 22. desember 2022.

Seinastu tíðindi

Kunningarfundur fyri tilflytarar á Miðnámi á Kambsdali
22. sep 2026
Leysir hundar
19. sep 2026
Kunning Hvannasunds havn - Asfaltering norðafyri byrgingina
18. sep 2026
Ruskplássið stongt leygdar­dagin 19.09.26
17. sep 2026
Kunngerð frá útskiftingar­nevnd­ini fyri Norð­toftahaga
17. sep 2026
Kommuskrivstovan er stongd mikudagin 16.09.26
15. sep 2026
Útskiftingarfundur – Depil fyri Norðan
10. sep 2026
Vaskifólk til kommunuskriv­stovuna
17. aug 2026
Skúla­bussu­rin 2026/­27
12. aug 2026
Broyting í innsavning - IRF
24. jul 2026