Kunngerð - Løgtingsval

15. nov 2022

Hervið verður gjørt kunnugt, at atkvøðugreiðslan til løgtingsvalið hósdagin 08. desembur 2022 í Hvannasunds kommunu fer fram í skúlanum á Fossánesi frá kl. 10.00 til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður:

Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið, tann 07. desembur 2022 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 452007 ella á tlf. 735899

Brævatkvøður skulu verða valstýrinum í hendi, innan valið byrjar kl. 10.00 tann 08. desembur 2022.

Heimaval:

Veljarar, ið vegna sjúku ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima, í fyrsta lagi hósdagin 01. desembur 2022 og í seinasta lagi mikudagin 07. desembur 2022 við at venda sær til kommunuskrivstovuna, tlf. 452007 ella á tlf. 735899.

Kommunuskrivstovan hevur opið mánadag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til kl. 14.00.

Valkort:

Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna, og verða tey send út við postinum til allar veljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá sum skjótast.

Minnist til at hava valkortið við á val.

Valnevndin fyri Hvannasunds kommunu, 14. novembur 2022.

Súsanna K. Christiansen, forkvinna

 

Seinastu tíðindi

Ólag á vatninum í Hvannasundi
17. mar 2023
Vatn - lítið trýst á vatninum
16. mar 2023
Kavarudding - Dagføring
16. mar 2023
Pilates
15. mar 2023
Kavarudding
14. mar 2023
Kunning frá IRF -Innsavningin nógv tarnað hesa vikuna
14. mar 2023
NBH - Kunning um nýggj brúkaragjøld
02. mar 2023
Barnahúsið IMBA søkir eftir starvs­fólki
27. feb 2023
Spælidagur á Fossánesi
23. feb 2023
Kunning frá IRF - Broytingar í innsavningini
20. feb 2023