Starvsfólk til frítíðarskúlan á Fossánesi

23. apr 2024

Eitt tíðaravmarkað starv sum leiðari og tvey tíðaravmarkað størv sum námsfrøðingar / hjálparfólk til frítíðarskúlan hjá Hvannasunds kommunu eru leys at søkja. Setanin er avmarkað til skúlaárini 2024/25 og 2025/26. Frítíðarskúlin er í Skúlanum á Fossánesi.

 

Kjarnuuppgávan hjá Frítíðarskúlanum á Fossánesi er at bjóða børnunum eitt trygt, mennandi, stuttligt og lærríkt umhvørvi saman við vegleiðandi vaksnum.

Námsfrøðilesandi, sum verða liðug í summar, eru eisini vælkomin at søkja.

·         Størvini eru 24-27 tímar um vikuna og verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

·         Umsøkjarar, sum eru áhugaðir í meira avmarkaðum tímatali eru eisini vælkomnir at søkja.

Vit ynskja, at umsøkjarin:

·         Er áhugaður at arbeiða við børnum 6-10 ár

·         Er ágrýtin, initiativríkur og fakliga tilvitaður og hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovuni

·         Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

Umsóknir við avriti av prógvi, møguligum ummæli og cv skulu vera Kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 15. mai 2024 kl. 16:00.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Kommunuskrivstovuna hjá Hvannasunds kommunu á tlf. 452007 ella við telduposti hvannasund@hvannasund.fo 

Seinastu tíðindi

Kunning um plantupakkar­nar 2025
12. jun 2025
Plantupakki 2025
11. jun 2025
Barnahúsið Imba - størv leys at søkja
11. jun 2025
Broytingar í innsavningin í viku 24
10. jun 2025
Kommunuskrivstovan er stongd grundlógar­dagin 05.06.25
04. jun 2025
Útivika í viku 25
04. jun 2025
IRF - Broytingar í innsavning­ini í vikuni
03. jun 2025
Størv - Barnahúsið Imba
26. mai 2025
Kunning - Kaðalumlegging verður við Tunlarnar Norður um Fjall
21. mai 2025
Ung í arbeiði 2025
20. mai 2025