Pilates

15. mar 2023

Nú hevur tú møguleikan at royna Pilates.

Venjingin verður 2 ferðir um vikuna - týsdag og hósdag kl. 18. Vit byrja aftaná páskir, týsdagin 11. apríl og enda hósdagin 4. mai. 

Um Pilates

Pilates er ein mildur venjingarháttur, sum styrkir og strekkir teir smáu og stóru vøddarnir. Tað ger teg bæði sterkari, smidligari og gevur tær eina betri balansu.
Pilates økir um kroppstilvitanina og týdningin av einum røttum kropsburði. Í tímunum venja vit allan kroppin. Vit leggja serliga dent á at styrkja ryggin, lendarnar og búkvøddar, sum millum annað er gott fyri stívan rygg og fyri pínu í ryggi og lendum. Andadrátturin er ein náttúrligur partur av pilates og hetta gevur tær eina betri javnvág ímillum kropp og sinn, og er við til at fyribyrgja strongd. Pilates stendur seg væl sum venjing fyri seg og er eisini sera væl egna afturat øðrum ítróttagreinum. Hvør tími endar við avspenning i uml. 5 min.

Instruktør: Veronika Petersen
Kostnaður: kr. 200,-
Stað: skúlin á Fossánesi 
Tilmelding: skriva til Veroniku á Messanger ella ring á tlf. nr. 218721

 

Seinastu tíðindi

Leysir hundar
19. sep 2026
Kunning Hvannasunds havn - Asfaltering norðafyri byrgingina
18. sep 2026
Ruskplássið stongt leygdar­dagin 19.09.26
17. sep 2026
Kunngerð frá útskiftingar­nevnd­ini fyri Norð­toftahaga
17. sep 2026
Kommuskrivstovan er stongd mikudagin 16.09.26
15. sep 2026
Útskiftingarfundur – Depil fyri Norðan
10. sep 2026
Vaskifólk til kommunuskriv­stovuna
17. aug 2026
Skúla­bussu­rin 2026/­27
12. aug 2026
Broyting í innsavning - IRF
24. jul 2026
Vatn - lítið trýst á vatninum
15. jul 2026