Barnahúsið IMBA søkir eftir starvsfólki

31. mai 2023

Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, smábarnastovu, barnagarði, skúlabólki og frítíðarskúla.

Størvini, ið vit søkja eftir eru:

• Einum námsfrøðingi til 35 tíma viku í Vøggustovuna , at byrja 7. august 2023. Sí starvsstaður.
• Einum námsfrøðingi til 25 tíma viku, í frítíðarskúlan , at byrja 14. august 2023. Sí starvsstaður.
• Einum námsfrøðingi til 36 tíma viku, í barnagarðsstovuna , at byrja 14. august 2023, um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað í eitt ár. Sí starvsstaður.
• Einum námsfrøðingi til 20 tíma viku seinnapart, í barnagarðsstovuna , at byrja 07. august 2023, um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað í eitt ár. Sí starvsstaður.
• Einum námsfrøðingi til 34 tíma viku, í smábarnastovuna , at byrja 7. august 2023. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað í eitt ár. Sí starvsstaður.
• Einum námsfrøðingi til 35 tíma viku, , í smábarnastovuna, at byrja 07. august 2023. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað í eitt ár. Sí starvsstaður.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

• Hevur mildleika, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
• Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.
• Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.
• Sær møguleikar fram um forðingar.

Fysisku karmarnir, ið vit hava eru:

Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi. Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Starvsstaður er Barnahúsið IMBA:
Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella leiðslan hava
tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til
starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. juni 2023,
kl. 12:00.

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo 
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.
Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891

Tað er skylda arbeiðsgevarans at fáa barnaváttan, áðrenn starvssetan.

Seinastu tíðindi

Kommuskrivstovan er stongd mikudagin 16.09.26
15. sep 2026
Útskiftingarfundur – Depil fyri Norðan
10. sep 2026
Vaskifólk til kommunuskriv­stovuna
17. aug 2026
Skúla­bussu­rin 2026/­27
12. aug 2026
Broyting í innsavning - IRF
24. jul 2026
Vatn - lítið trýst á vatninum
15. jul 2026
Arbeiðið er nú liðugt - Óstøðugt vatn frá Sundsvegi 47 og suðureftir
15. jul 2026
Tað er aftur gjøgnumkoyr­andi eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026
Kommunuskrivstovan er farin í summarfrí
14. jul 2026
Ongin gjøgnumkoyring eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026