Barnahúsið IMBA søkir eftir starvsfólki

27. nov 2023

Brennur tú fyri góða, stuttliga, mennandi ávirkan á lívið hjá børnunum!

Barnahúsið IMBA søkir eftir starvsfólki

Barnahúsið Imba er opið frá klokkan 7.30 til 16.30, mánadag til fríggjadag. Fundir eru áleið einaferð um mánaðin eftir arbeiðstíð.


Barnahúsið Imba brúkar millum annað arbeiðsamboði betri vinir, og at síggja sterku síðurnar hjá barninum.
Í barnahúsinum IMBA hava vit vøggustovu, barnagarðsstovur og frítíðarskúla.

Størvini, ið vit søkja eftir eru:

• Tveir námsfrøðingar á barnagarðsstovunum, til 37 tíma viku, harav ein tími um vikuna er til fyrireiking.

Størvini byrja 01. januar 2024. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Sí starvsstaður.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

• Hevur mildleika, tolsemi, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og
starvsfeløgum.

• Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.

• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.

• Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.

• Sær møguleikar í gerandisdegnum á og útfrá dagstovninum.

Fysisku karmarnir, ið vit hava eru:

Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA:

Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. desember 2023, kl. 14:00.

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.

Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891

Seinastu tíðindi

Kunningarfundur fyri tilflytarar á Miðnámi á Kambsdali
22. sep 2026
Leysir hundar
19. sep 2026
Kunning Hvannasunds havn - Asfaltering norðafyri byrgingina
18. sep 2026
Ruskplássið stongt leygdar­dagin 19.09.26
17. sep 2026
Kunngerð frá útskiftingar­nevnd­ini fyri Norð­toftahaga
17. sep 2026
Kommuskrivstovan er stongd mikudagin 16.09.26
15. sep 2026
Útskiftingarfundur – Depil fyri Norðan
10. sep 2026
Vaskifólk til kommunuskriv­stovuna
17. aug 2026
Skúla­bussu­rin 2026/­27
12. aug 2026
Broyting í innsavning - IRF
24. jul 2026