Leyst starv

03. mai 2024


Hvannasunds kommuna søkir eftir einum reingerðarfólki til Barnahúsið Imba á Fossánesi.

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum fólki, sum kann arbeiða sjálvstøðugt.

Talan er um fast starv ( farloyvisstarv í 1 ár ). Viðkomandi, sum verður settur, kemur at arbeiða saman við einum øðrum vaskifólki. Tímatalið er 20 tímar um vikuna og verður lønt sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kommunuskrivstovuna.

Umsóknir skulu vera Hvannasunds kommunu, í hendi seinasta lagi fríggjadagin 17. mai 2024 kl. 16:00. Send umsókn við telduposti til hvannasund@hvannasund.fo  ella við brævi til Kommunuskrivstovuna,
Sundsvegur 6, 740 Hvannasund.

Seinastu tíðindi

Leysir hundar
19. sep 2026
Kunning Hvannasunds havn - Asfaltering norðafyri byrgingina
18. sep 2026
Ruskplássið stongt leygdar­dagin 19.09.26
17. sep 2026
Kunngerð frá útskiftingar­nevnd­ini fyri Norð­toftahaga
17. sep 2026
Kommuskrivstovan er stongd mikudagin 16.09.26
15. sep 2026
Útskiftingarfundur – Depil fyri Norðan
10. sep 2026
Vaskifólk til kommunuskriv­stovuna
17. aug 2026
Skúla­bussu­rin 2026/­27
12. aug 2026
Broyting í innsavning - IRF
24. jul 2026
Vatn - lítið trýst á vatninum
15. jul 2026