Starvslýsing Barnahúsið Imba - freist at søkja 12.09.24 kl. 10:00

27. aug 2024

Brennur tú fyri góða, stuttliga, mennandi ávirkan á lívið hjá børnum undir skúlaaldur!

Barnahúsið IMBA søkir eftir námsfrøðingum, atstøðingum ella hjálparfólki at koma í starv frá 16. september 2024.

Størvini eru til barnagarðsstovu:
Eitt starv á 30 tíma viku til námsfrøðing, um eingin námsfrøðingur søkir seta vit atstøðing ella hjálparfólk í tíðaravmarkað starv í eitt ár.
Eitt tíðaravmarkað starv á 27 tíma viku, fram til 01. Mars 2025.

Eitt av mongu arbeiðsamboðunum Barnahúsið Imba brúkar er arbeiðsamboðið betri vinir.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
• Hevur mildleika, tolsemi, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
• Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.
• Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.
• Sær møguleikar í gerandisdegnum á og útfrá dagstovninum.

Fysisku karmarnir, ið vit hava eru:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi. Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti: Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA. Barnahúsið Imba er dagstovnur hjá Hvannasunds kommunu.
Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu.
Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 12. september 2024, kl. 10:00. Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.

Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891

Seinastu tíðindi

Kommuskrivstovan er stongd mikudagin 16.09.26
15. sep 2026
Útskiftingarfundur – Depil fyri Norðan
10. sep 2026
Vaskifólk til kommunuskriv­stovuna
17. aug 2026
Skúla­bussu­rin 2026/­27
12. aug 2026
Broyting í innsavning - IRF
24. jul 2026
Vatn - lítið trýst á vatninum
15. jul 2026
Arbeiðið er nú liðugt - Óstøðugt vatn frá Sundsvegi 47 og suðureftir
15. jul 2026
Tað er aftur gjøgnumkoyr­andi eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026
Kommunuskrivstovan er farin í summarfrí
14. jul 2026
Ongin gjøgnumkoyring eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026