Fráboðan um trygdarbrot

11. okt 2024

Henda kunning er til borgarar í Hvannasunds kommunu, sum hava havt samskifti við Klaksvíkar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) og Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum.

Sum tey flestu helst vita, so hevur Klaksvíkar kommuna verið úti fyri einum álvarsomum telduálopi, har óviðkomandi eru komin fram at skipanunum hjá kommununi og harvið eisini hjá NBH og Barnaverndartænastuni. Sostatt hava bæði vanligar og viðkvæmar persónsupplýsingar verið á skeivum hondum. Klaksvíkar kommuna, NBH og Barnaverndartænastan í Norðoyggjum hava boðað Hvannasunds kommunu frá, at tey nú aftur hava ræði á øllum upplýsingunum, men kunnu ikki við vissu siga, at teldsníkarnir ikki hava tikið avrit av upplýsingunum.

Trygdarbrotið fevnir millum annað um upplýsingar um borgarar í Hvannasunds kommunu, sum eru skrásettir hjá Klaksvíkar kommunu, NBH og Barnaverndartænastuni. Hesar upplýsingar kunnu eitt nú vera navn, bústaður, p-tal, kontunummur, yrkisfelagsligt tilknýti og aðrar viðkvæmar persónsupplýsingar í sambandi við málsviðgerðir.

Hvannasunds kommuna hevur avtalu við Klaksvíkar kommunu um, at Klaksvíkar kommuna veitir børnum og ungum búsitandi í Hvannasunds kommunu barnatannrøkt. Av tí at barnatannrøktin hjá Klaksvíkar kommunu eisini varð rakt av trygdarbrotinum, eru upplýsingar um tey, sum hava verið í sambandi við barnatannrøktina í Klaksvíkar kommunu, rakt av trygdarbrotinum.

Endamálið við hesi kunning er at geva øllum møguleika at taka neyðug stig og fyrivarni fyri at tryggja seg, nú persónupplýsingar hava verið á skeivum hondum.

Trygdarbrotið kann viðføra m.a. hesar vandar:

  • Persónar kunnu royna at nýta p-tal ella aðrar upplýsingar til m.a. samleikastuldur ella svik

  • Við atgongd til persónsupplýsingar kunnu óviðkomandi royna at lumpa fólk at veita fleiri upplýsingar ella penga

Her eru nøkur stig, ið kunnu takast fyri at forða fyri misnýtslu av persónupplýsingum:

Um tit hava spurningar, ella tykkum tørvar fleiri upplýsingar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkara dátuverndarfólk, Jónas Tór Næs, adv. á telefon 222838 ella teldupost: dpo.hvannasund@faroelaw.fo 

 

Klaksvíkar kommuna hevur kunnað Hvannasunds kommunu um, at arbeitt verður av øllum alvi við at framtíðartryggja allar dátur.

 

Meiri kann lesast um netálopið á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu við at trýsta HER

 

Seinastu tíðindi

Starvslýsing - Barnahúsið Imba
09. mar 2026
Kunngerð - Løgtingsval 2026
09. mar 2026
Kunngerð - Fólka­tingsval 2026
09. mar 2026
Kunning frá IRF - Broyting í innsavning Norð­toftir, Depil, Norðdepil og Hvannasund
25. feb 2026
Skráseting av oljutangum
24. feb 2026
Endur­lýsing - leiðari til Barnahúsið Imba
23. feb 2026
Kom og sig tína hugsan um ferðavinnu í Norð­oyggjum
18. feb 2026
Útskifting - Depil fyri norðan
02. feb 2026
Kommunuskrivstovan er stongd fyrrapart 29.01.26
28. jan 2026
Starvslýsing - Barnahúsið Imba
23. jan 2026