Minningarhald teirra sjólátnu

31. okt 2024

Norðdepil 1. november 2024 kl. 15

Fríggjadagin 1. nov, verður minningarhald teirra sjólátnu við minnisvarðan í Norðdepli.

Minningarhaldið byrjar kl 15.00 við at Katrin Næs, borgarstjóri bjóðar vælkomin. Síðani verður felagssangur, áðrenn Jónsvein Bech, prestur, heldur røðu.

Síðani leggur borgarstjórin krans vegna bygdaráðið.

Haldið endar við felagssangi.

Aftaná eru øll hjartaliga vælkomin til drekkamunn í skúlanum á Fossánesi.
 

 

Sangir til minningarhaldið:

Fyrsti sálmur:

Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur,

byrur og andróður skifta um høv,

silvitnislogn eftir ódnarstorm fylgir;

so er og ferð vár úr vøggu í grøv.

Friður ei er

í hesi verð;

vónbrot og stríð okkum lívið títt ber.

 

2. Hugur vár skiftir sum veður og vindur,

væl dúkar seglið, tá eydnan er blíð,

stýrið og mastur brátt smildrast í sindur,

tá bilar dirvi í trongari tíð;

følin og veik,

fjáltrandi, bleik,

hjartkipt vit stara á stormanna leik.

 

3. Um so enn aldur í blikalogn branda,

tutla sítt kvæði frá fjøruni út,

óttast kann hjarta várt komandi vanda,

gleðin kann skifta til svíðandi sút.

Hvar kann eg dygt

hvíla meg trygt?

Havdýpið ikki á bjálkum er bygt!

 

4. Hav tó ei ótta, tú piprandi hjarta!

Hví manst tú stúra og falla í fátt?

Enn er tó ein, sum kann óveðrið harta,

stormur og havódn má lýða hans mátt.

Hvar tú enn fer,

hjá tær hann er,

trygdgóði Jesus, sum bjarging tær ber.

 

5. Søk hann tí, sál, meðan gleðin man valda!

Eydnan kann skifta; tó trygg er tín leið;

árar og akker í ódnum ei halda,

søk tí til Jesus, hann svíkur teg ei!

Stjørna hans hátt

lýsir á nátt,

trúmikla vón gevur megi og mátt.

 

6. Frelsari kæri, tá tú við mær fylgir,

frøist eg tvífalt um blikastill høv,

ræðist eg aldri tær brótandi bylgjur,

óttist enn ei fyri kaldari grøv.

Haldi eg stavn

fram í títt navn,

væl tú meg førir í himmalsins havn.

C.J. Boye. Mikkjal á Ryggi.

Lag: Sl. 289.

Annar sálmur: 

Stýr míni skútu í ódn og logn,

stýr tú í ljósum og niðu,

stýr tú, eg vera vil tín ogn,

stýr tú mær, Jesus, eg biði.

 

2. Stýr míni skútu, tí tú kanst best

stýra, tá sjógvarnir ýla,

ógreið er gøtan og veður sum verst,

stýr tú mær tíðliga og síðla.

 

3. Stýr míni skútu og bjarga mær

burtur úr øllum vanda,

stýr tú, eg ræðið gevi tær,

stýr míni skútu til landa.

 

4. Stýr míni skútu, tí best tú kanst

stýra, tá ilt er at finna,

altíð tú rættu leiðina fanst,

stýr tú og heim lat meg vinna.

 

5. Stýr míni skútu á síðstu stund,

tá ið meg deyðin man hótta,

stýr tú tá yvir um deyðans sund,

rek tú tá burt frá mær ótta.

H.M. Jacobsen. Lag: Sl. 302.

Seinastu tíðindi

Broyting í innsavning - IRF
24. jul 2026
Vatn - lítið trýst á vatninum
15. jul 2026
Arbeiðið er nú liðugt - Óstøðugt vatn frá Sundsvegi 47 og suðureftir
15. jul 2026
Tað er aftur gjøgnumkoyr­andi eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026
Kommunuskrivstovan er farin í summarfrí
14. jul 2026
Ongin gjøgnumkoyring eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026
Gøtan í Norðdepli tikin í nýtslu
08. jul 2026
Nýggjur brandbilur
03. jul 2026
Endur­lýsing - Starv í Skúlanum á Fossánesi skúlaárið 2026/­27
01. jul 2026
Ferða­vinnu­ætlan fyri Hvannasunds kommunu til almenna hoyring
26. jun 2026