Teknikapping - jólini, tá bygdarfólki í Hvannasunds kommunu bíðaðu eftir nýggjum tunlum

30. Nov 2024

Tann 1. desember byrjar ein teknikapping fyri børn og ung, sum búgva í Hvannasunds kommunu. 

Heitið á kappingini er: Jólini, tá bygdarfólki í Hvannasunds kommunu bíðaðu eftir nýggjum tunlum

Kappingin er í tveimum bólkum: børn undir skúlaaldri og børn í skúlaaldri til og við 10. flokk.

Tekningarnar skulu latast inn á kommunuskrivstovuna mikudagin tann 11. desember millum kl. 10-14 ella í brævsprekkuna hjá kommununi sama dag. Neyðugt er, at tekningarnar eru í brævbjálva og at fulla navn og telefonnummar stendur á. Krav er eisini, at navn stendur á tekningini.

Tann 12.-19. desember verður møguligt hjá øllum at síggja tekningarnar. Nærri kunning um hetta seinni. 

Ein dómsnevnd fer at meta um tekningarnar og finna vakrastu og/ella kreativastu tekningarnar, ein úr hvørjum bólki. Dómsnevndin setir seg saman tann 20. desember, og verða vinnararnir kunngjørdir í seinasta lagi 21. desember. 

Tvær tær flottastu myndirnar fáa sítt serliga pláss á vegginum á kommunuskrivstovuni.

 

Trivnaðarnevndin

Jóna Eliasen

Jákup Martin Poulsen

Sanna Akurstein 

 

 

 

 

Seinastu tíðindi

IRF - Rottangatøming í Hvannasundi og Norðdepli
20. Oct 2026
Endur­lýsing - starvslýsing - frítíðar­skúlin
20. Oct 2026
Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers
19. Oct 2026
Kunningarfundur á Miðnám á Kambsdalið 29 okt. 2026
15. Oct 2026
IRF - Kunning
14. Oct 2026
Starvslýsing - frítíðar­skúlin
02. Oct 2026
Skrivstovan er stongd eina løtu í dag.
30. Sep 2026
Tíðindaskriv um íverksetaraskeið frá Visit North
30. Sep 2026
Bygda­ráð­sfundur 30.09.2026
28. Sep 2026
Væleydnaður upplýsingarfundur við tilflytarar – Integratión Norð­Eystur
28. Sep 2026