Røða hjá Hans F. Christiansen

04. des 2024

Í samband við at jólatrøini í Hvannasunds kommunu blivu tendrað tann 02.12.24, helt Hans F. Christiansen hesa røðu:

Gott kvøld øll somul, stór og smá, bæði gestir, og øll sum búgva her í Hvannasunds kommunu.

At halda røðu er ikki tann luturin mær plagar at verða litin til, tá eg skal standa við eina mikrofon. Ofta havi eg heldur spælt og sungið fyri tá jólatræið í bygdini skal tendrast. Og tað er heldur ikki smávegis heiður, at skula taka stafettina víðari eftir skilmanninum í fimta liði, einum so skilagóðum og mætum Toftamanni, sum stóð her seinast tá ið jólatræðið í Hvannasunds Kommunu skuldi tendrast á Norðtoftum.

Og seinast mundi eisini gingið heilt gali tá tendrast skuldi á Norðtoftum, næstan so gali sum á Viðareiði, sum í 1981 máttu kalla inn til eykabygdaráðsfund um støðuna við jólatrænum, tí seyðurin hevði eti allað stiftirnar av træðnum. Á Viðareiði veit eg ikki hvat bleiv avrátt á fundinum, men lukkutíð vóru kommunumenninir í Hvannasunds kommunu vænir at gera jóladekoratiónir. Teir keyptu nakrar greinar í FK og stripsaðu so tær omaná tær beru greinarnar, og soleiðis beiv tað jólatræið bjarga.  

Fyri júst 200 árum síðani, í 1824, kom nýtt hús á Nortoftum, kalla hjá Niklasi (eisini kalla "har niðri"). Niklas var bóndasonur úr Hvannasundi. Hann var abbi Niklas í Depli, sum var oldurabbi mín. Húsini stóðu beint her, mitt á vegnum, og vóru tikin niður í ár 1918.

Sigga Jóhanna, ætta av Svínoy, sum var ommudóttur Siggu úti á Lag (síðsti Føroyingur at fáa deyðarevsing), var eisini barnvaksin og tænastugenta í húsunum "har heimi", sum eru húsini hjá Kára og Jovinu. Her passaði hon m.o. Mortan Johannesen, pápa til navnfræmu Hvannasundsbrøðurnir. Og Sigga Jóhanna giftist seinni áðurnevnda Niklas í Depli, og er hon tí so, sjálvandi olduromma mín. So røturnar røkka bæði so og so til Norðtoftir.

Alt hetta visti eg tó onki um tá eg sum smádrongur vaks upp í Norðdepli. Eg plagdi við undran at hyggja út á eina lítla bygd sum lá, at síggja til tá, sera langt vekk. Tað einasta eg kendi til hesa bygdina, vóru søgurnar um allar huldumenninar sum búðu har.

Eg visti tó av, at vanlig fólk eisini vóru í hesi lítlu bygdini, tí at man kundi møta einum bili av og á, koma koyrandi heim til y-ið, sum bant toftavegin í tunnelvegin. Annað visti eg ikki um hesa bygdina vit nú standa í.

Flyta vit okkum eini 15 ár fram í tíðina, var mín vitan um hesa lítlu bygd ikki stórt betri, tá eg valdi at søkja eitt starv sum alari á smoltstøðini á Norðtoftum. Eg søkti starvið væl vitandi um, at eg skuldi ganga vakt, og at eg av og á skuldi ganga einsamallur, á miðari nátt, á einari stórari støð, mitt í eini lítlari bygd, við fult av huldumonnum búgvandi alla staðni rundan um. Eg havi ongantíð verði serliga glaður fyri myrkur, so tað skuldi man líka bíta í seg fyrstu tíðina.

 Um huldufólk eru til ella ikki, skal eg ikki kunna siga, men tað verður sagt, at tað finst so nógv í millum himmal og jørð, enn so nógva aðra staðni.

Í dag er mítt tilknýtið til bygdina blivi ein tíðandi partur av mínum lívið. Eg havi nú starvast her á smoltstøðini seinastu 11 árini, og eri komin at kenna flest øll sum hava sína dagliu gongd her í bygdini, og tey sum av og á hava eitt ørindi her. Og túranir suður á barð, eru nakað av tíð besta sum er fyri sálina hjá mær.

Jú, sanniliga eru spennandi tíðir fyri framman hjá okkum sum búgleikast her í tronganum. Her hevur seinnu árini verði sera nógv virksemi. Burtur úr rúgvuni kunnu nevnast útbyggingar av smoltstøðunum, bæði á Norðtoftum og inni í dølum. Útstykkingar, spælipláss, havnaútbygging, og nú fyrsta dagin, lata loksins spildurnýggjir og tíðarhóskandi "tunnlar norð um fjall" upp. Hetta er nokk besta tímiliga gáva vit í Tronganum fáa hesi jólini, og fer hetta at lætta munandi um daglidagin hjá okkum øllum, og ikki minst geva upp aftur størri møguleikar hjá vinnuni at veksa og trívast her norði.

Mitt í ársins myrkastu tíð, minnast vit hetta lítla Jesusbarnið koma í heimin, at geva okkum frið, gleði og mest av øllum vón.

Kanska er tað av tilvild at jólini eru løgd júst hesa ársins tíð. Men fyri okkum sum liggja soleiðis fyri, at daganir gerast alsamt styttri, og sólin ikki sást í nakrar vikur, har kvøldini kunnu verða long og tung, kunnu jólini, við ljósum og gávum, har familjur og vinir koma saman, veita ugga og vón.

Kanska dreymurin um at jólini skulu verða so góð og hugnalig, fær summi at fella í fátt. Tí tað er ikki hjá øllum familjum at jólini eru tann besta tíðin, men kanska heldur tann torførasta tíðin á árinum.

Ei brim við strond, ei ísur í skor kann Jesusi forða vegin; hann stígur inn for fátæks mans borð, har lítil er jólagleðin.  

Ja, Jesus fer í smáttuna inn, blíð orð hann við gomul talar, hann klappar bleiku barnakinn, av himni tá gleðin dalar.

Her yrkir Símun av Skarði so væl, at hóast umstøðurnar tykast truplar, kunnu tær ikki forða Jesusi vegin í smáttuna inn. Heimurin hevur brúk fyri vón. Júst hesi vónini sum vit minnast aftur á hvørji jól, kom sum eitt lítið og hjálparleyst barn, júst sum vit eisini eru yvir fyri Gudi.

Nú fara vit at tendra jólatræðið á Norðtoftum um eina løtu. Og um vit hyggja gjølla at einum jólatræið (granntræið), so kemur eisini har vónin mær til hugs.

Byrja vit við øllum teimum smáðu nálunum á greinunum, so tráða tær allar upp eftir. Tær vitna um ljósið sum kom í henda heim, og um einglarnar sum so fagurt sungu um frið á jørð og í mennisjum góður tokki, og sum fortaldu fyri hirðunum at frelsari heimsins var borðin í heim.

Og greinanar, sum vaksa í allar ættir, biða okkum fara út, við boðskapinum um vón til øll fólkasløg. Og so sjálvt træði, sum úr neðra, og upp í erva peikar á tað barnið sum bleiv føtt í hendan heim av Mariu moy, men sum nú situr við Guds høgru hond.  

Vónin hevur so mangan hjálpt mær, tá ið harast hevur leika á í mínum lívið, sum tá vit mistu okkara Mariu. Og hevði eg tá ikki havt eina vón, ja so hevði eg onki.

Men vónin hevur eisini ugga og hjálpt, tá eg einsamallur, í myrkri, ímillum allar huldumenninar á Norðtoftum, skuldi orna onkran alarm á smoltstøðini.

Jólini eru ein hugnalig tíð. Kanska serliga fyri børnini, sum elska at gerða jólapynt í barnagarðinum og í skúlanum. At pynta heimi við perum, bakað smákøkur, og ikki minst at pynta jólatræið tá jólaaftan veruliga byrjar at nærkast.

Eg kann, her at enda, minnist tað eina árið at jóladekoratiónir blivu bornar út til pensjonistarnir í kommununi. Fari var í bilarnar, og eg var við í liðinum, sum skuldi út á Norðtoftir at vitja Sofus og Óluvu á Toftum. Tey vóru blíð og tí, og bjóðaðu okkum inn. Har bleiv sungið, og ein andakt lisin, og tyktist tey glað fyri løtuna. Sera hugnaligt at minnast aftur á!

Hetta at bera jóladekoratiónir, ella jólastjørnir er kanska tað mær dámar allarbest við jólunum. At vitja fólk, syngja, og fortelja teimum um tað lítla barni í krubbuni, sum gevur vón til okkum øll, um bert vit takað ímóti.

Eg vil at enda ynska øllum eini friðsæl, og gleðilig jól!

Takk fyri at tit lýddu á!

Seinastu tíðindi

Gleðilig jól
20. des 2024
Jól og nýggjár: Broytingar í innsavning­ini av húsarhaldsruski
20. des 2024
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommunu
17. des 2024
Praktisk kunning í sambandi við at tunlarnir norður um Fjall lata upp
17. des 2024
Røða hjá Hans F. Christiansen
04. des 2024
Teknikapping - jólini, tá bygdar­fólki í Hvannasunds kommunu bíðaðu eftir nýggjum tunlum
30. nov 2024
Jóla­trø­ini í Hvannasunds kommunu verða tendrað mánadagin 2. des.
29. nov 2024
IRF - Broytingar í innsavning­ini hesa vikuna
26. nov 2024
Fíggjarætlan fyri 2025
25. nov 2024
Vinnara seðlar - Marknaðardagur 2024
24. nov 2024