Endurlýsing longd - Barnahúsið Imba - størv leys at søkja

26. jun 2025

Brennur tú fyri góða, stuttliga, mennandi ávirkan á lívið hjá børnum! Barnahúsið IMBA

Endurlýsing longd

Til barnagarðsstovu, søkja vit eftir tveimum námsfrøðingum, námsfrøðiligur atstøðingi ella hjálparfólki til 25
tíma viku at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er dagliga kl. 10 til 15.

Til barnagarðsstovu, søkja vit eftir trimum námsfrøðingum, námsfrøðiligur atstøðingi ella hjálparfólki
størvini eru ímillum 25 til 32 tíma viku, at byrja 11. August 2025.

Vit søkja eisini eftir avloysarum, sum kunnu starvast av og á.

Um eingin námsfrøðingur søkir blívur námsfrøðiligur atstøðingi ella hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Eitt av mongu arbeiðsamboðunum Barnahúsið Imba brúkar er arbeiðsamboði betri vinir og
menningarætlan.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

• Hevur mildleika, tolsemi, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og
starvsfeløgum.

• Er jaligt, møtir væl upp, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.

• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman
við børnunum.

• Er sjálvstøðugt, hevur yvirblikk, ert álítandi, og nærverandi.

• Sær møguleikar í gerandisdegnum á og útfrá dagstovninum.

Fysisku karmarnir, ið vit hava eru:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA, Barnahúsið Imba er dagstovnur hjá Hvannasunds kommunu.
Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella
leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt
praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsóknir við møguligum prógvi, viðmælum/royndum, verða viðgjørdar leypandi og starvið sett tá røttu
umsøkjarar eru komnir tó í seinasta lagið hósdagin 10. Juli 2025, kl.10

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til
leiðaran.Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Seinastu tíðindi

Kunngerð - útskiftingarfundur í Hvannasundi
27. jun 2025
Endur­lýsing longd - Barnahúsið Imba - størv leys at søkja
26. jun 2025
Útivikan 2025
15. jun 2025
Kunning um plantupakkar­nar 2025
12. jun 2025
Plantupakki 2025
11. jun 2025
Barnahúsið Imba - størv leys at søkja
11. jun 2025
Broytingar í innsavningin í viku 24
10. jun 2025
Kommunuskrivstovan er stongd grundlógar­dagin 05.06.25
04. jun 2025
Útivika í viku 25
04. jun 2025
IRF - Broytingar í innsavning­ini í vikuni
03. jun 2025