Starvsfólk til Frítíðarskúlan á Fossánesi

12. jun 2026

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi? Vit leita eftir 2 námsfrøðingum, námfrøðiligumatstøðingum ella hjálparfólki til Frítíðarskúlan á Fossánesi á 24 tímar um vikuna, starvsbyrjan er 10.august 2026, og til juli 2027.

Frítíðarskúlin er staðsettur í skúlanum á Fossánesi í Norðdepli í Hvannasunds kommunu, beint við fjøru, haga, fótbóltsvøll og Fossá.

Eftir loknan skúladag, koma børnini í 1. 2. og 3. flokki í frítíðarskúla. Vit hava opið skúladagar frá kl 11:00 til 16:30, og verður arbeiðstíðin í hesum tíðarskeiðnum.

Ì frítíðarskúlanum ynskja vit starvsfólk, ið eru jalig, opin, erlig, virkin og fyrikomandi – ið vilja virka fyri einum høgum fakligum støði, har náttúran verður nýtt sum ein týðandi partur. Tí er tað samstundis altavgerandi at tú sært fyrimunir framum vansar, og hevur tokka til útilív. Og megnar at seta teg inn í tørvin hjá einstaka barninum.

Í okkara arbeiði leggja vit stóran dent á viðurkennandi námsfrøði og nýta Betri Vinir sum arbeiðsamboð.

Og at man sum starvsfólk megnar, at skipa fyri virksemi, og upplivingum fyri frítíðarskúlabørnini.

Frítíðarskúlin er í tøttum samstarvi og samskifti við skúlan á Fossánesi, og tí er tað altavgerandi at starvsfólk eru samstarvssinnaði, hava góð samskiftisevni, og megna at síggja fyrimunir við samstarvinum.

Frítíðarskúlin skal vera eitt mennandi, trygt og gott stað at vera. Tí vænta vit at tú ert:

· Sjónlig, jalig, virkin – og megnar at seta teg inní tørvin hjá einstaka barninum

· Ert álítandi, nærverandi og hevur nærlagni

· Megnar at virka í einum góðum samstarvi og samskifti við børn, starvsfelagar, foreldur og skúla

· Megnar í samstarvi við starvsfelagar at geva børnunum ein innihaldsríkan dag

· Samskipa virksemi á stovuni

· Ert sjálvstøðug/ur, nærverandi, álítandi og hevur yvirlit

· Tekur ábyrgd og møtir væl upp

Umsókn og setanartreytir
Lønar- og setanartreytirnar eru sambært sáttmálan millum KAF og Føroya Pedagogfelag. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Karolinu Ejlersdóttir Sørensen, leiðara á tlf 735891. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

À heimasíðuni hjá Hvannasunds kommunu, undir Frítíðarskúlin á Fossánesi, kanst tú lesa meiri um virksemi og praktisk viðurskifti.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Umsókn saman við prógvi og viðmælum skal vera stovninum í hendi seinast fríggjadagin 26/6-2026, kl 12:00.

Umsóknin skal sendast við telduposti á: fritidarskuli@hvannasund.fo 

Seinastu tíðindi

Leysir hundar
19. sep 2026
Kunning Hvannasunds havn - Asfaltering norðafyri byrgingina
18. sep 2026
Ruskplássið stongt leygdar­dagin 19.09.26
17. sep 2026
Kunngerð frá útskiftingar­nevnd­ini fyri Norð­toftahaga
17. sep 2026
Kommuskrivstovan er stongd mikudagin 16.09.26
15. sep 2026
Útskiftingarfundur – Depil fyri Norðan
10. sep 2026
Vaskifólk til kommunuskriv­stovuna
17. aug 2026
Skúla­bussu­rin 2026/­27
12. aug 2026
Broyting í innsavning - IRF
24. jul 2026
Vatn - lítið trýst á vatninum
15. jul 2026