Hvannasunds kommuna ásetur tænastugjald á tóm býli frá 1. januar 2027
Kommunustýrið í Hvannasunds kommunu hevur á bygdaráðsfundi tann 27. mai 2026 endaliga og einmælt samtykt, at áseta tænastugjald á tóm býli galdandi frá 1. januar 2027. Tænastugjaldið verður ásett til kr. 7.945,- pr. býli um árið og verður endurskoðað á hvørjum árið.
Heimild og grundarlag
Ásetingin byggir á nýggja lógarheimild, sum gevur kommunum møguleika at krevja tænastugjald fyri býli, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum, men har kommunan kortini er áløgd at veita grundleggjandi tænastur fyri
- vatnveiting
- fráveiting av kloakk
- burturbeining av húsarhaldsburturkasti
- brunatilbúgving
Lógin ásetur at um ein kommuna velur at nýta hesa heimild, skal tænastugjaldið krevjast fyri øll tóm býli í kommununi, uttan mun til um eigarin sjálvur býr í kommununi ella ei.
Útrokning grundað á veruligan kostnað
Umsitingin hjá Hvannasunds kommunu hevur gjørt eina nágreiniliga útrokning av rakstrarkostnaðinum fyri viðkomandi tænastur. Bygt á miðalrakstrartøl fyri árini 2020–2024 er miðal kostnaðurin roknaður til kr. 9.265,- pr. býli um árið.
Útreiðslurnar fevna serliga um:
- burturbeining og handfaring av burturkasti
- innsavnan av ruski
- vatnveiting
- kloakkskipan
- brunatilbúgving
Við støði í hesum er tænastugjaldið ásett til kr. 662,- um mánaðin pr. býli, svarandi til umleið kr. 7.945,- um árið, sum er ásetta hámark fyri tænastugjaldið.
Tænastugjaldið er sett í samsvari við lógina soleiðis, at tað:
- hvílir í sær sjálvum
- fevnir einans um veruligar útreiðslur
- liggur á hámarkinum fyri 2026, sum er kr. 7.945,- pr. býli.
Hvat er eitt býli?
Í sambandi við tænastugjald á tóm býli verður hugtakið býli skilmarkað sambært lógargrundarlagnum soleiðis:
Eitt býli er hús, íbúð ella líknandi, sum er egnað at verða nýtt til bústað.
Eitt býli er m.a. eyðkent við, at:
- vatn er lagt inn
- kloakk er bundin í býlið
Hugtakið fevnir um:
- vanlig sethús
- tvíhús og raðhús
- íbúðir í íbúðarblokkum
- íbúðir í virkisbygningum
- íbúðir á neystaloftum og líknandi.
Smærri bygningar, sum úthús, bilhús, hjallar og neyst, ið ikki eru egnaðir til bústað, eru ikki fevndir av hugtakinum býli í hesum høpi .
Íbúð í húsi, har eigarin sjálvur býr, og har íbúðin ikki er frámatrikulerað sum sjálvstøðug íbúð, er heldur ikki fevnd av reglunum um tænastugjald á tóm býli.
Fíggjarligar avleiðingar
Eftir verandi grundarlagið er mett, at tænastugjaldið kann geva kommununi inntøkur á uml. kr. 223.000,- í 2027. Endamálið er at tryggja eina rímiliga javnvág, soleiðis at útreiðslur til hesar felags tænastur ikki einans verða hildnar av teimum, sum hava skrásettan bústað í kommununi.
Víðari framferð
Tænastugjaldið kemur eftir ætlan í gildi frá 1. januar 2027.
Kommunan ger sjálv av, hvussu gjaldið verður kravt inn (mánaðarliga, hálvárliga ella árliga), og eigarar av tómum býlum fáa nærri kunning um innkrevjing og gjaldingarfreistir í næstum.
Hvannasunds kommuna