Rørsla í Klaksvík

22. okt 2021

Rørslutilboð í Klaksvík, fyri fólk sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Tað er Krabbameinsfelagið í samstarvi við Klaksvíkar kommunu, ið skipar fyri tilboðnum, við stuðli frá kommununum í Norðoyggjum.
 

Vit venja mánakvøld kl. 19.00 – 20.00 í kjallaranum á Kjalarvegur 48, Klaksvík.

 

Rørslutiltakið er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.

 

Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí er tilboðið skipa soleiðis, at  familjan hevur møguleika at vera við og har tey kunnu vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.

 

Tað er ókeypis at luttaka!

 

Rørsla og styrkivenjing hevur stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at gerast frísk/ur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.

 

Venjari er Jóngerð Biskupstøð, fysioterapeutur.  

 

Tilmelding á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo

 

Um tú vilt hoyra nærri um rørslutilboðið ella hevur tú spurningar til onnur tilboð hjá Krabbameinsfelagnum, kanst tú eisini seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo

Seinastu tíðindi

Starvslýsing - frítíðar­skúlin
02. okt 2026
Skrivstovan er stongd eina løtu í dag.
30. sep 2026
Tíðindaskriv um íverksetaraskeið frá Visit North
30. sep 2026
Bygda­ráð­sfundur 30.09.2026
28. sep 2026
Kunningarfundur fyri tilflytarar á Miðnámi á Kambsdali
22. sep 2026
Leysir hundar
19. sep 2026
Kunning Hvannasunds havn - Asfaltering norðafyri byrgingina
18. sep 2026
Ruskplássið stongt leygdar­dagin 19.09.26
17. sep 2026
Kunngerð frá útskiftingar­nevnd­ini fyri Norð­toftahaga
17. sep 2026
Kommuskrivstovan er stongd mikudagin 16.09.26
15. sep 2026