Starvslýsing - frítíðarskúlin

02. okt 2026

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi? Vit leita eftir 1 námsfrøðingi, námfrøðiligum atstøðingi ella hjálparfólki til Frítíðarskúlan á Fossánesi á 24 tímar um vikuna, starvsbyrjan er 1. november 2026, og til 31. juli 2027.

Frítíðarskúlin er staðsettur í Norðdepli, í skúlanum á Fossánesi, í Hvannasunds kommunu, beint við fjøru, haga, fótbóltsvøll og Fossá.

Eftir loknan skúladag, koma børnini í 1. 2. og 3. flokki í frítíðarskúla. Vit hava opið skúladagar frá kl 11:00 til 16:30, og verður arbeiðstíðin í hesum tíðarskeiðnum.

Í frítíðarskúlanum ynskja vit starvsfólk, ið eru jalig, opin, erlig, virkin og fyrikomandi – ið vilja virka fyri einum høgum fakligum støði, har náttúran verður nýtt sum ein týðandi partur. Tí er tað samstundis altavgerandi at tú sært fyrimunir framum vansar, og hevur tokka til útilív. Og megnar at seta teg inn í tørvin hjá einstaka barninum.

Í okkara arbeiði leggja vit stóran dent á viðurkennandi námsfrøði og nýta Betri Vinir sum arbeiðsamboð.

Og at man sum starvsfólk megnar, at skipa fyri virksemi, og upplivingum fyri frítíðarskúlabørnini.

Frítíðarskúlin er í tøttum samstarvi og samskifti við skúlan á Fossánesi, og tí er tað altavgerandi at starvsfólk eru samstarvssinnaði, hava góð samskiftisevni, og megna at síggja fyrimunir við samstarvinum.


Frítíðarskúlin skal vera eitt mennandi, trygt og gott stað at vera. Tí vænta vit at tú ert:

·         Sjónlig, jalig, virkin – og megnar at seta teg inní tørvin hjá einstaka barninum

·         Ert álítandi, nærverandi og hevur nærlagni

·         Megnar at virka í einum góðum samstarvi og samskifti við børn, starvsfelagar, foreldur og skúla

·         Megnar í samstarvi við starvsfelagar at geva børnunum ein innihaldsríkan dag

·         Samskipa virksemi á stovuni

·         Ert sjálvstøðug/ur, nærverandi, álítandi og hevur yvirlit

·         Tekur ábyrgd og møtir væl upp


Umsókn og setanartreytir
Lønar- og setanartreytirnar eru sambært sáttmálan millum KAF og Føroya Pedagogfelag. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Elsebeth F. Hansen, leiðara á tlf 735890.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

 

Á heimasíðuni hjá Hvannasunds kommunu, undir Frítíðarskúlin á Fossánesi, kanst tú lesa meiri um virksemi og praktisk viðurskifti.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
 

Umsókn saman við prógvi og viðmælum skal vera stovninum í hendi seinast fríggjadagin 16/10-2026,  kl 12:00.

Umsóknin skal sendast við telduposti á: fritidarskuli@hvannasund.fo

 

Seinastu tíðindi

Starvslýsing - frítíðar­skúlin
02. okt 2026
Skrivstovan er stongd eina løtu í dag.
30. sep 2026
Tíðindaskriv um íverksetaraskeið frá Visit North
30. sep 2026
Bygda­ráð­sfundur 30.09.2026
28. sep 2026
Kunningarfundur fyri tilflytarar á Miðnámi á Kambsdali
22. sep 2026
Leysir hundar
19. sep 2026
Kunning Hvannasunds havn - Asfaltering norðafyri byrgingina
18. sep 2026
Ruskplássið stongt leygdar­dagin 19.09.26
17. sep 2026
Kunngerð frá útskiftingar­nevnd­ini fyri Norð­toftahaga
17. sep 2026
Kommuskrivstovan er stongd mikudagin 16.09.26
15. sep 2026