Navnakapping

18. nov 2021

Navnakapping um navn til nýggja útstykking.

Hvannasunds kommuna bjóðar við hesum til navnakapping um navn til nýggja útstykking í Hvannasundi. Nevnda útstykking er staðsett í einum øki millum vegirnar undir Rókini og undir Svartakletti – sum víst á myndini niðanfyri. (Sí eisini lýsing um serstaka byggisamtykt fyri økið).

Ynskiligt er at fáa eitt navn, sum fellur væl og sum hóskar væl til endamálið.

Sendið vinarliga navnauppskotið saman við stuttari grundgeving til Hvannasunds kommunu, og merkið brævbjálvan “Navnakapping”. Brævið kann eisini leggjast í postkassan á kommunuskrivstovuni.

Soleiðis luttekur tú:

Uppskotið skal latast inn í tveimum afturlatnum brævbjálvum:

·         Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum, saman við grundgeving fyri navninum. Merk brævbjálvan “Navnakapping Útstykking”.

·         Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum saman við navni á uppskotsstillara, so navnið á viðkomandi ikki sæst undir viðgerðini. Merk brævbjálvan “Luttakari og uppskot.”

Uppskotið skal okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. desember 2021 kl. 13.

Virðisløn á kr. 3.000,- verður latin fyri besta hugskotið.

Hvannasunds kommuna skilar sær rætt til ikki at nýta vinnandi uppskotið.

 


Hvannasunds kommuna
 

Seinastu tíðindi

Kunning frá IRF
04. nov 2026
Alla halgannahald 01.11.2026 kl. 15:00
30. okt 2026
Reinsi­tænastan hjá IRF byrjar í dag 26. oktober at tøma rottangar í Norðdepli.
26. okt 2026
IRF - Rottangatøming í Hvannasundi og Norðdepli
20. okt 2026
Endur­lýsing - starvslýsing - frítíðar­skúlin
20. okt 2026
Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers
19. okt 2026
Kunningarfundur á Miðnám á Kambsdalið 29 okt. 2026
15. okt 2026
IRF - Kunning
14. okt 2026
Starvslýsing - frítíðar­skúlin
02. okt 2026
Skrivstovan er stongd eina løtu í dag.
30. sep 2026