Starvslýsing

19. jan 2022

Søkt verður eftir skrivstovunfólki til Hvannasunds Havn

Søkt verður eftir skrivstovufólki at føra bókhald og røkja umsitingina hjá Hvannasunds Havn

Starvið er sett til 10 tímar um vikuna.

Starvið

Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:

·         At vera skrivari hjá havnanevndini

·         Bókhald

·         Fakturering

·         Innheinting

·         Samskifti við borgarar

·         Aðrar skrivstovuuppgávur

Førleikakrøv

Vit vænta okkum m.a. at umsøkjarin:

·         Hevur skrivstovuútbúgving við kunnleika til bókhald

·         Er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni

·         Kann arbeiða sjálvstøðugt

Setanar- og lønartreytir

Starvið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.

Talan er um 10 tímar um vikuna.

Umsókn
Skal sendast til havn@hvannasund.fo ella Hvannasunds Havn, Sundsvegur 6, 740 Hvannasund

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 3. februar 2022. Starvið verður sett skjótast til ber.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Kommunuskrivstovuna tlf. 452007 ella til Malenu Sivertsen tlf. 221530.

Seinastu tíðindi

Nýggjur brandbilur
03. jul 2026
Endur­lýsing - Starv í Skúlanum á Fossánesi skúlaárið 2026/­27
01. jul 2026
Ferða­vinnu­ætlan fyri Hvannasunds kommunu til almenna hoyring
26. jun 2026
Endur­lýsing - leiðarastarv í Frítíðarskúla­num á Fossánesi
19. jun 2026
Samstarvsavtala um integratión fyri norður-/­eysturøkið undirskrivað
18. jun 2026
Útivikan 2026
17. jun 2026
Hvannasunds kommuna ásetur tænastugjald á tóm býli frá 1. januar 2027
12. jun 2026
Starvs­fólk til Frítíðarskúlan á Fossánesi
12. jun 2026
Útivika í viku 26
10. jun 2026
Starvslýsing skúlaárið 2026/­27
29. mai 2026