Eginvenjing á Viðareiði

30. aug 2022


Eginvenjing, sum Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH)skipar fyri í skúlanum á
Viðareiði, byrjar hósdagin 1. september 2022.

Eginvenjingin verður týsdagar og hósdagar kl. 13:30 til 16:00, undantikið
halgidagar og aðrar frídagar.

Eginvenjingin er ókeypis og ætlað borgarum búsitandi norðanfyri fjall, sum eru
67 ár og eldri.

Venjingin er undir egnari ábyrgd og má útinnast sjálvstøðugt. Tó er møguleiki
at fáa vegleiðing við at ringja á tel. 793467 yrkadagar kl. 9:00 - 15:00.

Av tí at venjingarhølini eru á skúlanum, verður heitt á tey, sum venja, at ganga
væl um, og kunnu í mesta lagi 7 fólk venja í senn.

Um tørvur er á aðrari tænastu frá fysio- og ergoterapeutum í NBH, kunnu
heimabúgvandi fólkapensjónistar, teirra avvarðandi ella fakfólk seta seg í
samband við fysio- og ergoterapieindina, Ven og Virka, Kjalarvegur 48, 700
Klaksvík, tel. 793464, ella við at fylla út umsóknarblaðið um tænastur, sum sæst
á heimasíðuni www.nbh.fo, og senda tað til nbh@nbh.fo 

Hjartaliga vælkomin og góðan virkishug 

Faldari við tilmælum til eldri borgarar er HER

Seinastu tíðindi

Alla halgannahald 01.11.2026 kl. 15:00
30. okt 2026
Reinsi­tænastan hjá IRF byrjar í dag 26. oktober at tøma rottangar í Norðdepli.
26. okt 2026
IRF - Rottangatøming í Hvannasundi og Norðdepli
20. okt 2026
Endur­lýsing - starvslýsing - frítíðar­skúlin
20. okt 2026
Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers
19. okt 2026
Kunningarfundur á Miðnám á Kambsdalið 29 okt. 2026
15. okt 2026
IRF - Kunning
14. okt 2026
Starvslýsing - frítíðar­skúlin
02. okt 2026
Skrivstovan er stongd eina løtu í dag.
30. sep 2026
Tíðindaskriv um íverksetaraskeið frá Visit North
30. sep 2026