Tailendskt hugnakvøld

18. okt 2022

Fríggjakvøldið tann 28. oktober kl. 17 verður eitt tailendskt hugnakvøld á skúlanum á Fossánesi. 

Tiltakið byrjar við einari tailendskari máltíð, sum tær tailendsku kvinnurnar í Hvannasunds kommunu hava tilgjørt. Síðani verður møguleiki at hyggja eftir ymiskum, sum skúlabørnini og børnini í Imba hava evnað, teknað, perlað o.s.fr. í samband við, at tey hava arbeitt eitt sindur við evninum "Tailand". 

Skúlabørnini gera tvær verkstovur klárar, sum børn saman við sínum foreldrum kunnu fara til. 

Ein Kahootkapping við tailendskum tema verður eisini á skránni.  

Kaffi og okkurt søtt verður til keyps. Annars er tiltakið ókeypis. 

 

Trivnaðarnevndin

 

 

Seinastu tíðindi

Kunning frá IRF
04. nov 2026
Alla halgannahald 01.11.2026 kl. 15:00
30. okt 2026
Reinsi­tænastan hjá IRF byrjar í dag 26. oktober at tøma rottangar í Norðdepli.
26. okt 2026
IRF - Rottangatøming í Hvannasundi og Norðdepli
20. okt 2026
Endur­lýsing - starvslýsing - frítíðar­skúlin
20. okt 2026
Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers
19. okt 2026
Kunningarfundur á Miðnám á Kambsdalið 29 okt. 2026
15. okt 2026
IRF - Kunning
14. okt 2026
Starvslýsing - frítíðar­skúlin
02. okt 2026
Skrivstovan er stongd eina løtu í dag.
30. sep 2026