Fíggjaræætlan fyri 2023 – íløgurnar umfata í høvuðsheitum vegagerð til útstykking umframt aðrar smærri íløgur

01. des 2022

Í sambandi við fíggjarætlanina hevur bygdaráðið raðfest útstykkingarætlan Undir Gerðhamri umframt ymsar dagføringar

Á bygdaráðsfundi 25. november varð fíggjarætlanin fyri 2023 samtykt. Inntøkurnar eru mettar til 22.806.000 kr. og rakstrarútreiðslurnar við mvg eru mettar til 19.198.000kr.

Skattaprosentið og barnafrádráttur eru óbroytt – ávikavist 19,75%  og 7.000 kr. Rentustuðul og renta eru mett til 250.000 kr. og við hesum er avlopið áðrenn íløgur 3.990.000 kr. Íløgurnar eru 7.348.000 kr. Hetta gevur eitt hall á 3.990.000 kr., sum verður fíggjað við tøkum peningi.

Millum íløgurnar eru íløga i vegagerð til útstykking, nýgerð og størri umvælingar av bygningum hjá kommununi, útiøki hjá barnagarðinum, gøtuljós og fríðkan. Harumframt er eisini kommununnar partur av íløgu til eldrasamstarvið í Norðoyggjum.

Seinastu tíðindi

Kunning frá IRF
04. nov 2026
Alla halgannahald 01.11.2026 kl. 15:00
30. okt 2026
Reinsi­tænastan hjá IRF byrjar í dag 26. oktober at tøma rottangar í Norðdepli.
26. okt 2026
IRF - Rottangatøming í Hvannasundi og Norðdepli
20. okt 2026
Endur­lýsing - starvslýsing - frítíðar­skúlin
20. okt 2026
Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers
19. okt 2026
Kunningarfundur á Miðnám á Kambsdalið 29 okt. 2026
15. okt 2026
IRF - Kunning
14. okt 2026
Starvslýsing - frítíðar­skúlin
02. okt 2026
Skrivstovan er stongd eina løtu í dag.
30. sep 2026