Barnahúsið IMBA søkir eftir starvsfólki, at byrja 01.01.23

05. des 2022


Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, smábarnastovu, barnagarði og frítíðarskúla.
Størvini eru:

• Eitt námsfrøðiligt starv á 36 tíma viku í barnagarðsstovuni Fossdalur, at byrja 01. januar 2023, sí starvsstaður.
• Eitt námsfrøðiligt starv á 34 tíma viku, í smábarnastovuni Áardalur, at byrja 01. januar 2023, sí starvsstaður.
• Eitt námsfrøðiligt starv á 20 tíma viku seinnapart í barnagarðsstovuni Fossdalur, at byrja 01. januar 2023, sí
starvsstaður.

Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett frá 01. Januar 2023 til 12. August 2023, allir nevndu dagar
íroknaðir.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

• Hevur mildleika, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
• Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við
børnunum.
• Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.
• Sær møguleikar fram um forðingar
Fysisku karmarnir vit hava eru:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Starvsstaður er Barnahúsið IMBA
Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ ella leiðslan hava
tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til
starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. desember
2022, kl. 22:00.

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.

Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891

Seinastu tíðindi

Ólag á vatninum í Hvannasundi
17. mar 2023
Vatn - lítið trýst á vatninum
16. mar 2023
Kavarudding - Dagføring
16. mar 2023
Pilates
15. mar 2023
Kavarudding
14. mar 2023
Kunning frá IRF -Innsavningin nógv tarnað hesa vikuna
14. mar 2023
NBH - Kunning um nýggj brúkaragjøld
02. mar 2023
Barnahúsið IMBA søkir eftir starvs­fólki
27. feb 2023
Spælidagur á Fossánesi
23. feb 2023
Kunning frá IRF - Broytingar í innsavningini
20. feb 2023