Avbjóðingar - eftirmeting

31. des 2022

Vit mugu ásanna, at vit - borgarar í kommununi - hava fingið okkum roynd á ymsan hátt hesa seinastu tíðina. Fyrst av veðrinum við nógvum kava og ikki nøktandi kavarudding og so nú 30/12, tá ið alt samband við útheimin varð kvett.

Viðurskiftini krevja eina gjølliga eftirmeting, og tað fer kommunan í holt við beinanvegin. Nevnast kann, at vit kanna møguleikarnar at yvirtaka kavaruddingina og at útvega okkum hóskandi amboð til tess.

Viðvíkjandi tilbúgvingarstøðuni fer kommunan eisini at taka hana upp til viðgerðar. Heitt verður á borgararnar í kommununi, sum hava okkurt konstruktivt at viðmerkja um hesi viðurskifti, at gera tað skrivliga til hvannasund@hvannasund.fo – helst í seinasta lagi 7. januar, soleiðis at ein viðgerð kann fara fram beinanvegin.

Seinastu tíðindi

Vaskifólk til kommunuskriv­stovuna
17. aug 2026
Skúla­bussu­rin 2026/­27
12. aug 2026
Broyting í innsavning - IRF
24. jul 2026
Vatn - lítið trýst á vatninum
15. jul 2026
Arbeiðið er nú liðugt - Óstøðugt vatn frá Sundsvegi 47 og suðureftir
15. jul 2026
Tað er aftur gjøgnumkoyr­andi eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026
Kommunuskrivstovan er farin í summarfrí
14. jul 2026
Ongin gjøgnumkoyring eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026
Gøtan í Norðdepli tikin í nýtslu
08. jul 2026
Nýggjur brandbilur
03. jul 2026