Nýggjur brandbilur
03. jul 2026
Í dag hevur tilbúgvarleiðarin fyri Sløkkiliðið í Norðoyggjum, Finn Hansen, verið á gátt í Hvannasunds kommunu við tí endamálið at endaliga avhenda nýggja brandbilin, sum kemur at hava heimstað í Hvannasunds kommunu. Sostatt er gamli brandbilurin farin av økinum aftur. Nýggi bilurin er serliga væl egnaður til alla tilbúgving í samband við stormskaðar og tílíkt. Tilbúgvingarnevndin í Norðoyggjum samtykti at raðfesta nýggjan brandbil til økið í tronganum á fíggjarætlanini til inniverandi ár, og í dag varð hendan raðfestingin avgreitt.
Gamli bilurin hevur tænt fyri seg, og vónandi kemur nýggi bilurin at tæna okkum eins væl og tann gamli.
Á myndini síggjast nýggi og gamli brandbilurin lið um lið.
Seinastu tíðindi
Vaskifólk til kommunuskrivstovuna
17. aug 2026
Skúlabussurin 2026/27
12. aug 2026
Broyting í innsavning - IRF
24. jul 2026
Vatn - lítið trýst á vatninum
15. jul 2026
Arbeiðið er nú liðugt - Óstøðugt vatn frá Sundsvegi 47 og suðureftir
15. jul 2026
Tað er aftur gjøgnumkoyrandi eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026
Kommunuskrivstovan er farin í summarfrí
14. jul 2026
Ongin gjøgnumkoyring eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026
Gøtan í Norðdepli tikin í nýtslu
08. jul 2026
Nýggjur brandbilur
03. jul 2026
