Leysgangandi hundar

11. sep 2023

Vit fáa javnan áheitan frá borgarum í kommununi um trupulleikar við leysgangandi hundum, og at hundaeigarar ikki taka upp eftir hundunum.

Kommunan vil vísa á galdandi lóggávu, tá umrøður leysgangandi hundar --> løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar, sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020 grein 3:

Ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu, uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki, sum hevur fult ræði á honum. Hundur kann ikki sigast at hava ein leiðara, bert tí hann er undir eftirliti frá ánarans húsum ella vinnustaði. Verður hundur havdur í bandi, skal tað vera so stutt, at leiðarin hevur hann tætt inni at sær.

Kommunan vil við hesum heita á hundaeigarar um at hava hundin í bandi og at taka upp eftir hundinum.

Seinastu tíðindi

Ruskplássið stongt leygdar­dagin 19.09.26
17. sep 2026
Kunngerð frá útskiftingar­nevnd­ini fyri Norð­toftahaga
17. sep 2026
Kommuskrivstovan er stongd mikudagin 16.09.26
15. sep 2026
Útskiftingarfundur – Depil fyri Norðan
10. sep 2026
Vaskifólk til kommunuskriv­stovuna
17. aug 2026
Skúla­bussu­rin 2026/­27
12. aug 2026
Broyting í innsavning - IRF
24. jul 2026
Vatn - lítið trýst á vatninum
15. jul 2026
Arbeiðið er nú liðugt - Óstøðugt vatn frá Sundsvegi 47 og suðureftir
15. jul 2026
Tað er aftur gjøgnumkoyr­andi eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026