Útivikan 2024

08. jun 2024

Ùtivika

Vit skjóta útivikuna ígongd mikudagin 12. juni og hava tiltøk til og við fríggjadagin 14. juni. Tað, sum eftir er av tiltøkum verður flutt til onkran dag í næstu viku, tá ið veðrið loyvir tí. 

Vit gleða okkum til eina hendingarríka útiviku og bjóða tykkum at vera hjartaliga vælkomin til tiltøkini.

 
Mikudagur 

kl. 17:00 fuglagongutúrur við Silasi Olofson. Vit møtast uttanfyri gamla skúla í Norðdepli og ganga gjøgnum bygdirnar og enda út á endanum í Hvannasundi. Møguliga klára vit at sláa rekordina frá árinum framanundan, tá sóu vit 19 fuglasløg. 

Fótbóltskappingar á vøllinum í Hvannasundi. Henning Rubeksen skipar fyri.  

kl. 16:00 fótbóltskapping fyri børn undir skúlaaldur 
kl. 16:45 fótbóltskapping fyri børn í skúlaaldri 
kl. 18:00 fótbóltskapping vaksin (14 ár og eldri) 

 
Hósdagur 

kl. 16 trilli- og súkklubingo! Kom við barnavogni, dukkuvogni, súkklu ella á rennihjóli á rullandi bingo. Monika Ziska skipar fyri. Vit møtast uttan fyri kirkjuna.

kl. 17-20 súkklubátar og hoppiborgir á Sandoyarbug. 

kl. 18:30 kommunan bjóðar franskan hotdog, saft, kaffi, te og okkurt gott aftur við.
 
 
Fríggjadagur 

kl. 17:00 kondibingo til frama fyri NHR. Plátur fáast til keyps á skúlanum á Fossánesi og kaffisøla verður í kirkjuhúsinum. Hetta er sostatt rutan. Pláturnar kosta 20 kr. stk.

kl. 20:00 dippitreff norðanfyri byrgingina í Norðdepli. Elsebeth Hansen og Karolina Sørensen leggja lag á. 
 
 
Broytingar kunnu verða í skránni orsaka av t.d. veðrinum. Haldið tykkum kunnaði á facebookbólkinum “Vit í Tronganum” 
 

Seinastu tíðindi

Kunning um plantupakkar­nar 2025
12. jun 2025
Plantupakki 2025
11. jun 2025
Barnahúsið Imba - størv leys at søkja
11. jun 2025
Broytingar í innsavningin í viku 24
10. jun 2025
Kommunuskrivstovan er stongd grundlógar­dagin 05.06.25
04. jun 2025
Útivika í viku 25
04. jun 2025
IRF - Broytingar í innsavning­ini í vikuni
03. jun 2025
Størv - Barnahúsið Imba
26. mai 2025
Kunning - Kaðalumlegging verður við Tunlarnar Norður um Fjall
21. mai 2025
Ung í arbeiði 2025
20. mai 2025