Barnahúsið IMBA søkir eftir námsfrøðingum ella hjálparfólki

29. mai 2024

Barnahúsið IMBA søkir eftir námsfrøðingum ella hjálparfólki í tíðaravmarkað starv frá 12. august 2024 til
01. apríl 2025.

Vit søkja eftir tveimum starvsfólkum til barnagarðsstovu, tímatali er 28 og 33 tíma viku.
Eitt av mongu arbeiðsamboðunum Barnahúsið Imba brúkar er arbeiðsamboði betri vinir.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

• Hevur mildleika, tolsemi, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og
starvsfeløgum.
• Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman
við børnunum.
• Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.
• Sær møguleikar í gerandisdegnum á og útfrá dagstovninum.

Fysisku karmarnir, ið vit hava eru:

Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA, Barnahúsið Imba er dagstovnur hjá Hvannasunds kommunu.
Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella
leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt
praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin.
17. juni 2024, kl. 12:00.

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo 

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.

Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891

Seinastu tíðindi

Tilboð ynskist
02. sep 2024
Eldradagur á Toftum 14. september 2024
28. aug 2024
Broyting í byggisamtykt
28. aug 2024
Starvslýsing Barnahúsið Imba - freist at søkja 12.09.24 kl. 10:00
27. aug 2024
IRF - Broytingar í innsavning eftir ólavsøku
27. jul 2024
Kommunuskrivstovan er farin í summarfrí
12. jul 2024
Ruskplássið opið aftur
05. jul 2024
Karolina Ejlersdóttir Sørensen leiðari í frítíðarskúla­num á Fossánesi
02. jul 2024
Ruskplássið stongt í eina viku
25. jun 2024
Hava skrivað undir sáttmála um liðugtgerð av vegnum Undir Gerðhamri
24. jun 2024