Ruskinnsavningin byrjar aftur
10. jun 2024
Nú verkfallið er av, byrjar ruskinnsavningin aftur. Vit seta eyka orku inn og heinta gráu húsarhaldsposarnar eftir vanligu rutuni hjá IRF. Møguliga verður tó onkur tillaging gjøgnum vikuna, tí talan er um sera nógvar húsarhaldsposar. Hvítu posarnar heinta vit væntandi aftur í næstu viku.
Vit vilja heita á borgarar um at seta húsarhaldsposarnar tætt við stativið og ikki út á vegin, soleiðis at ruskið ikki dálkar meira enn neyðugt.
Burturkast frá endurvinningarplássum og virkjum byrja vit at heinta seinni í vikuni. Væntandi vera vit komin upp undan í næstu viku.
Seinastu tíðindi
Starvslýsing - Barnahúsið Imba
09. des 2025
Røða hjá Hallgerð Akurstein
02. des 2025
Jólatrøini í Hvannasunds kommunu verða tendrað
27. nov 2025
Skattalistin 2024
11. nov 2025
Alla halgannahald 01.11.25 - kl. 15:00
29. okt 2025
IRF - Rottangatøming í Hvannasundi og Norðdepli
27. okt 2025
Starvslýsing - Barnahúsið Imba
14. okt 2025
Endurlýsing - Hvannasunds kommuna søkir eftir varaleiðara til Barnahúsið Imba.
13. okt 2025
Leivdir frá fletting
08. okt 2025
Kunngerð frá útskiftingarnevndini fyri Hvannasund
29. sep 2025