Hevur tú ongan posa eftir?

10. mar 2025

Í viku 12 bera vit rull við gráum posum út, og í viku 13 verða tey hvítu rullini borin út.

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.

Eyka gráir posar kunnu keypast í handlum kring landið

Yvirlit yvir handlar, ið selja gráar IRF-posar, sæst niðast á hesi síðu . Rullini við gráum posum kosta uml. 150 kr. og 5 posar eru í hvørjum rulli. Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið verður heintað og burturbeint á rættan hátt.

Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu, hvítu og reyðu posarnar frá IRF og ikki aðrar svartar ella gráar posar.

Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir. 

Góð ráð til tín, ið ikki fær posarnar at strekkja

- Nýt ikki posarnar til annað enn ruskstativið. Annars fert tú at mangla posar.

- Skil pappír og papp frá, t.d. allar smáeskjur frá húsarhaldinum – nýt hvíta IRF posan til hetta. Hvat kann eg lata í hvíta posan ?

- Skil bleytt plast frá húsarhaldsburturkastinum. Tú kanst lata tað bleyta plastið í kláran posa, sum verður latin niður í hvíta posan. T.d. vanligt bleytt plast, bløðruplast og pakkiplast frá vøruplattum, møblum og klæðum. Les meira um bleytt plast HER.
- Skil battarí, ljósperur, spreydósir, smærri elektroniskar lutir, kemikaliu og annað serliga dálkandi burturkast í reyða posan hjá IRF. Les meira um reyða posan HER.
- Skil glaskrukkur, drekkigløs og glasfløskur frá lat inn á endurnýtsluplássið. Les meira um skiljing av glasi HER.
- Skil konservesdósir og annað smátt jarn frá og lat í jarnbingjuna á endurnýtsluplássinum. Les meira um skiljing av jarni HER.

Stórt húski?

Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húskið. Les meira HER.

Seinastu tíðindi

Reinsi­tænastan hjá IRF byrjar í dag 26. oktober at tøma rottangar í Norðdepli.
26. okt 2026
IRF - Rottangatøming í Hvannasundi og Norðdepli
20. okt 2026
Endur­lýsing - starvslýsing - frítíðar­skúlin
20. okt 2026
Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers
19. okt 2026
Kunningarfundur á Miðnám á Kambsdalið 29 okt. 2026
15. okt 2026
IRF - Kunning
14. okt 2026
Starvslýsing - frítíðar­skúlin
02. okt 2026
Skrivstovan er stongd eina løtu í dag.
30. sep 2026
Tíðindaskriv um íverksetaraskeið frá Visit North
30. sep 2026
Bygda­ráð­sfundur 30.09.2026
28. sep 2026