Hvannasunds kommuna søkir eftir varaleiðara til Barnahúsið Imba.

23. sep 2025

Hevur tú hug at gera mun? At skapa ein tryggan, fjølbroyttan og mennandi gerandisdag saman við børnum? So er hetta starvið júst fyri teg!

Vit sóknast eftir einum varaleiðara til Barnahúsið Imba frá 01. november 2025 (ella eftir avtalu).

Vit leita eftir tær, sum:

  • ert útbúgvin námsfrøðingur og brennir fyri kjarnuuppgávuni
  • hevur dirvi, evni og áhuga at taka ábyrgd, loysa leiðsluuppgávur og menna tað námsfrøðiliga arbeiðið
  • kanst skapa eitt trygt, fjølbroytt og mennandi umhvørvi fyri børnini og starvsfólk
  • ert sjálvstøðug/-ur, álítandi og hevur gott yvirlit
  • sært møguleikar heldur enn forðingar
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og dugir at byggja brýr millum børn, foreldur og starvsfelagar
  • gongur undan og trívist við at seta verkætlanir og nýggj hugskot í verk

Leiðsluuppgávurnar fevna m.a. um:

  • at luttaka í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av stovninum
  • at stuðla og ráðgeva starvsfólkunum í dagliga arbeiðinum
  • at tryggja gott samstarv og samskifti bæði innanhýsis og uttanhýsis
  • at vera ein sparringspartnari hjá stovnsleiðaranum og at taka á teg uppgávur eftir fyriskipan stovnsleiðarans

Vit bjóða tær:

  • eitt starv við ábyrgd og møguleikum at seta dám á menningina av einum fjølbroyttum stovni
  • eitt samstarvsfúsan og sterkan starvsfólkabólk
  • møguleika at menna teg fakliga og leiðsluliga
  • arbeiðstíð á 35 tímar um vikuna – 27 tímar tímar sum námsfrøðingur á barnagarðsstovu og 8 tímar til varaleiðarauppgávur

Setanarviðurskifti

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Hvannasunds Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingrið Fuglø, stovnsleiðara, á telefon 735891 ella á telduposti barn@hvannasund.fo

Umsókn

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skal sendast til barn@hvannasund.fo og cc: hvannasund@hvannasund.fo  í seinasta lagi 10. oktober 2025

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um ikki nóg nógv ella
skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Seinastu tíðindi

Leivdir frá fletting
08. okt 2025
Kunngerð frá útskiftingar­nevnd­ini fyri Hvannasund
29. sep 2025
Hvannasunds kommuna søkir eftir varaleiðara til Barnahúsið Imba.
23. sep 2025
60+
22. sep 2025
Kunning - Sundsvegur
08. sep 2025
60+ fundur
02. sep 2025
Kommunuskrivstovan er farin í summarfrí
21. jul 2025
Kunning - Undir Gerðhamri
11. jul 2025
Barnahúsið IMBA - endur­lýsing
10. jul 2025
Kunning
09. jul 2025