Farloyvisstarv - Leiðari til frítíðarskúlan

14. apr 2026

Hvannasunds kommuna søkir eftir leiðara til frítíðarskúlan í tíðaravmarkaðum starvi at byrja 1. juni ella eftir nærri avtalu.

Leiðarin í frítíðarskúlanum er leiðari fyri barnabólki á 6-10 ár. Dentur verður lagdur á, at leiðarin er viðurkennandi í samskifti við bæði børn og vaksin.

Frítíðarskúlin húsast í Skúlanum á Fossánesi, og tí er gott samstarv við leiðslu og starvsfólk á skúlanum ein fyritreyt.

Vit ímynda okkum ein leiðara við sterkum leiðslusamleika og við hugsjónum í mun til námsfrøðiliga arbeiðið. Ein leiðara, ið vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðin er í miðdeplinum. Somuleiðis ynska vit ein leiðara, ið ynskir menning í egnum starvi, fyri starvsfólki, fyri námsfrøðiligu tænastuni –  og sum vil støðugt endurskoðað og menna námsfrøðiligar mannagongdir á stovninum. Leiðarastarvið er tí ein samantvinnan av sjálvstøðugleika og samstarvi, har tú bæði fært avbjóðingar og menningarførleikar.

Um starvið

Sum leiðari kemur tú at arbeiða í einum tøttum samstarvi við skúlaleiðsluna á staðnum, umframt umsiting og borgarstjóra í Hvannasunds kommunu.

Í starvinum krevst at tú:

·         hevur leiðsluábyrgd av starvsfólkunum á stovninum

·         hevur fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina á stovninum

·         hevur ábyrgd av starvsfólkamenning

·         hevur ábyrgd av at tryggja, at virksemið verður útint í samsvar við lógarverk, ásetingar og mál

·         hevur yvirskipaða ábyrgd av foreldrasamstarvinum

·         hevur yvirskipaða ábyrgd av innanhýsis og uttanhýsis tvørfakliga samstarvinum – har ímillum samstarv við skúla, dagstovn og aðrir fakbólkar

·         støðugt arbeiðir við at fremja og menna tað góða arbeiðsumhvørvið á stovninum

Førleikakrøv

Starvið krevur, at tú:

·         hevur útbúgving sum námsfrøðingur

·         hevur leiðsluførleikar og ein sterkan leiðslusamleika

·         hevur góðar námsfrøðiligar førleikar og megnar at sparra við starvsfólk, bæði í mun til tað einstaka barnið og tann samlaða bólkin

·         dugir væl at raðfesta, samskipa, leiða og kveikja fyri at fáa mest møguligt burturúr tilfeinginum á stovninum

·         dugir væl at samskifta á føroyskum á skrift og í talu

·         kanst virka í góðum samstarvi við børn, starvsfelagar, foreldur og kommunu

·         hevur telduførleikar á brúkarastøði

Lønar- og setanartreytir

Talan er um farloyvisstarv á 35 tímar um vikuna í eitt ár, sum verður sett frá 1. juni 2026 ella eftir nærri avtalu. Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §4 í barnaváttanarlógini hevur Hvannasunds kommuna skyldu til at fáa eina barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn

Umsóknir við avriti av prógvi, møguligun ummæli og CV skulu vera kommunuskrivstovuni í hendi seinasta lagið 28. apríl 2026. Umsóknir skulu sendast til hvannasund@hvannasund.fo 

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Nærri kunning

Meira fast at vita um starvið við at venda sær til kommunuskrivstovuna hjá Hvannasunds kommunu á tlf. 452007 ella við telduposti hvannasund@hvannasund.fo 

Seinastu tíðindi

Farloyvisstarv - Leiðari til frítíðarskúlan
14. apr 2026
Ruskplássið stongt leygar­dagin 4. apríl 2026
01. apr 2026
Vinnaraseðlar frá lutaseðlu­num á Vármarknaðinum
21. mar 2026
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur leiðari í Barna­húsi­num Imba
17. mar 2026
Starvslýsing - Barnahúsið Imba
09. mar 2026
Kunngerð - Løgtingsval 2026
09. mar 2026
Kunngerð - Fólka­tingsval 2026
09. mar 2026
Kunning frá IRF - Broyting í innsavning Norð­toftir, Depil, Norðdepil og Hvannasund
25. feb 2026
Skráseting av oljutangum
24. feb 2026
Endur­lýsing - leiðari til Barnahúsið Imba
23. feb 2026