Hvannasunds kommuna søkir eftir varaleiðara og 2 námsfrøðingum til Barnahúsið Imba

12. mai 2026

Er tað tær vit leita eftir?

Vit leita eftir einum varaleiðara á 35 tímar um vikuna, og 2 námsfrøðingum, námsfrøðiligum atstøðingum ella hjálparfólkum til barnagarðsstovu á 25 og 30 tímar um vikuna. Starvsbyrjanin er 10.08.2026 ella eftir nærri avtalu.

Vit sóknast eftir einum varaleiðara til Barnahúsið Imba á 35 tímar um vikuna skjótast til ber, ella eftir nærri avtalu. Harav 8 tímar eru settir av til leiðsluuppgávur um vikuna.

Umframt 2 námsfrøðingum, námsfrøðiligum atstøðingum ella hjálparfólki til barnagarðsstovu á 25 og 30 tímar um vikuna.

Barnahúsið Imba skal vera eitt mennandi, trygt og gott stað at vera.

Tí leita vit leita eftir tær, sum ert:

  • Sjónlig/ur, jalig/ur, virkin – og megnar at seta teg inní tørvin hjá einstaka barninum
  • Ert álítandi, nærverandi og hevur nærlagni
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
  • Ert ágrýtin og hevur evni til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, innihaldsríkan og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
  • Samskipa virksemi á stovuni
  • Ert sjálvstøðug/ur, álítandi og hevur yvirlit
  • Hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovinum
  • Tekur ábyrgd og møtir væl upp
  • Sært møguleikar framum forðingar

Leiðsluuppgávurnar fevna m.a. um:

  • At luttaka í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av stovninum
  • At stuðla og ráðgeva starvsfólkunum í dagliga arbeiðinum
  • Ert útbúgvin námsfrøðingur og brennir fyri kjarnuuppgávuni
  • Hevur dirvi, evni og áhuga at taka ábyrgd, loysa leiðsluuppgávur og menna tað námsfrøðiliga arbeiðið
  • Sært møguleikar heldur enn forðingar
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Gongur undan og trívist við at seta verkætlanir og nýggj hugskot í verk
  • Megnar at vera í tøttum samstarvið og samskifti við stovnsleiðaran, og taka á teg uppgávur eftir fyriskipan stovnsleiðarans

Vit bjóða tær:

  • Eitt starv við ábyrgd og møguleikum at seta dám á menningina av einum fjølbroyttum stovni
  • Møguleika at menna teg fakliga og leiðsluliga
  • Fakligar og persónligar avbjóðingar
  • Ein jaligan og vælvirkandi starvsfólkahóp
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi
  • Ein ráðleggingardag um árið, har stovnurin hevur stongt, har arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum, trivnaðarfremjandi átøkum og har vit tilogna okkum vitan innan fjølbroytt evni, og menna okkum fakliga
  • Ein stovn við góðum innandura og uttandura økið

Setanarviðurskifti

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Hvannasunds Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Karolinu Ejlersdóttir Sørensen, stovnsleiðara, á telefon 735891 ella á telduposti barn@hvannasund.fo 

Umsókn

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skal sendast til barn@hvannasund.fo og cc: hvannasund@hvannasund.fo í seinasta lagi 27. mai 2026

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um ikki nóg nógv ella
skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

 

Seinastu tíðindi

Útivika í viku 26
10. jun 2026
Starvslýsing skúlaárið 2026/­27
29. mai 2026
Avtala um íbúðarbygging undirskrivað
28. mai 2026
Træ
26. mai 2026
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin tann 26. mai.
22. mai 2026
IRF - kunning
22. mai 2026
Ung í arbeiði 2026
20. mai 2026
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
19. mai 2026
Hvannasunds kommuna søkir eftir varaleiðara og 2 námsfrøðingum til Barnahúsið Imba
12. mai 2026
Ruddingardagur 2026
11. mai 2026