Útivikan 2026

17. jun 2026

Vit fegnast um aftur í ár at kunna bjóða til eina spennandi og hendingarríka útiviku. Útivikan verður frá mánadegnum 22. juni til fríggjadagin 26. juni. Øll eru vælkomin til tiltøkini og tit kunnu síggja skránna her. Broytingar kunnu koma fyri, og vit kunna um hetta inni á facebookbólkinum "Vit í tronganum".

Mánadagur 22. juni 

Kl. 17 fiskitúrur. Vit møtast við skúrarnar í Hvannasundi, har vit fara umborð á bátar. Vit stima út eftir sundinum, fiska eina løtu, eisini fara vit at vita, um vit síggja onkran kóp, og síðan stima vit inn aftur saman. Komin aftur á kaiina verður møguleiki at kryvja fiskin og ein drekkamunnur verður eisini at fáa. 

Øll børn skulu vera í bjargingarvesti, hava tráðu við, um tey ætla sær at fiska og skulu koma saman við onkrum vaksnum.  

Kl. 19:00 verður møguleiki hjá børnum, at rógva við Norðingi. Kristmund skipar fyri.
 
Týsdagur 23 juni  

Kl. 17:00 verður kondibingu til frama fyri NHR. Til ber at keypa bingoplátur í neystinum frá kl. 17-19. Bingopláturnar kosta kr. 20,- stk - 5 plátur eru í hvørjum arki. Rutan verður gjøgnum Norðdepil, yvir um byrgingina og eftir fjøruvegnum út til Kirkjuhúsið. Í Kirkjuhúsinum verður kaffi- og kakusøla frá kl. 17:30
Tað verður bert tikið ímóti reiðum peningi. 

Kl. 18:30 er fótbóltskapping fyri børn undir og í skúlaaldri - spælt verður á vøllinum í Hvannasundi. Jósef og Henning skipa fyri. 
 
Mikudagur 24. juni 

TILTAKIÐ Í DAG ER FLUTT NORÐ I SKÚLAN Á FOSSÁNESi
 
Kl. 17:00-20:00 hoppiborgir, pysluvognur og candyfloss verður á Sandoyrarbug. Kaffi og te verður eisini at fáa. 
Kl. 18:30 HAVA VIT EITT YVIRRASKILSI Á SANDOYRABUG :) 

Hósdagur 25. juni  

Kl. 16:00-18:00 vatnrussjibani á bønum hjá Óla og Joan í Hvannasundi. Børnini kunnu vera í svimjiklæðum ella vatdrakt. Gott hugskot er at hava handklæði og skiftiklæðir við.  

Kl. 17:00 heitt kakao verður at fáa.  

Kl. 19:00 verður gummibátatreff innanfyri flotlínuna í Hvannasundi 

Kl. 20:00 verður dyppitreff við NHR neystið. Veronika leggur lag á.

 
Fríggjadagur 26. juni 

Kl. 17:00 verður gongutúrur gjøgnum Hvannasund og Norðdepil. Vit byrja úti í endanum við stóra vendiplássið og enda við kommunuskrivstovuna. Vit fara at vita hvussu nógv fet vit kunni samla, jú fleiri møta upp, fleiri fet fáa vit :)

Vit fáa vatn, sjokulátu og frukt við kommunuskrivstovuna.
Rutan verður løgd út á heimasíðuna i morgin.

Kl. 19:30 verður sangløta úti á Støð. Eins og vit plaga, eru fólk vælkomin at hava egna termokannu, koppar o.s.fr. við til ein góðan drekkamunn.

Vit vón um góða undirtøku

Trivnaðarnevndin
 

 

Seinastu tíðindi

Vaskifólk til kommunuskriv­stovuna
17. aug 2026
Skúla­bussu­rin 2026/­27
12. aug 2026
Broyting í innsavning - IRF
24. jul 2026
Vatn - lítið trýst á vatninum
15. jul 2026
Arbeiðið er nú liðugt - Óstøðugt vatn frá Sundsvegi 47 og suðureftir
15. jul 2026
Tað er aftur gjøgnumkoyr­andi eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026
Kommunuskrivstovan er farin í summarfrí
14. jul 2026
Ongin gjøgnumkoyring eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026
Gøtan í Norðdepli tikin í nýtslu
08. jul 2026
Nýggjur brandbilur
03. jul 2026