Samstarvsavtala um integratión fyri norður-/eysturøkið undirskrivað

18. jun 2026

Mikudagin 17. juni 2026 møttust borgarstjórarnir í norður-/eysturøkinum til fyrsta fundin í nevndini fyri nýggja samstarvið, sum fevnir um Klaksvíkar-, Eystur-, Fuglafjarðar, Kunoyar-, Hvannasunds-, Viðareiðis- og Fugloyar kommunur, har skrivað varð undir samstarvsavtaluna.

Í samband við at løgtingið hevur samtykt eina integratiónslóg, er tað álagt øllum kommunum at hava sett ein integratiónssamskipara í seinasta lagi 1. juli 2026.

 

Tann 1. mai 2026 byrjaði Sóley Sjúrðaberg í starvinum sum integratiónssamskipari fyri norður-/eysturøkið.

 

Á fundinum í samstarvsnevndini, sum er mannað av borgarstjórunum í luttakandi kommununum sum føstum limum, greiddi Sóley frá arbeiðinum higartil og samskifti við borgarstjórarnar um viðkomandi spurningar og avbjóðingar.

 

Uppgávan hjá integratiónssamskiparunum verður m.a. at vegleiða, hjálpa og vísa á møguleikar og tænastur í kommununum, og saman við politisku skipanini tryggja at fólk trívast og verða ein virkin partur av samfelagnum.

 

At enda á fundinum skrivaðu borgarstjórarnir undir samstarvsavtaluna.

Seinastu tíðindi

IRF - Kunning
14. okt 2026
Starvslýsing - frítíðar­skúlin
02. okt 2026
Skrivstovan er stongd eina løtu í dag.
30. sep 2026
Tíðindaskriv um íverksetaraskeið frá Visit North
30. sep 2026
Bygda­ráð­sfundur 30.09.2026
28. sep 2026
Kunningarfundur fyri tilflytarar á Miðnámi á Kambsdali
22. sep 2026
Leysir hundar
19. sep 2026
Kunning Hvannasunds havn - Asfaltering norðafyri byrgingina
18. sep 2026
Ruskplássið stongt leygdar­dagin 19.09.26
17. sep 2026
Kunngerð frá útskiftingar­nevnd­ini fyri Norð­toftahaga
17. sep 2026