Barnahúsið IMBA søkir eftir starvsfólki

27. feb 2023

Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, smábarnastovu, barnagarði, skúlabólki og frítíðarskúla.

Størvini, ið vit søkja eftir eru:

• Eitt námsfrøðiligt starv á 35 tíma viku, í smábarnastovuni Áardalur, at byrja 16. mars 2023, sí starvsstaður.
• Eitt námsfrøðiligt starv á 34 tíma viku í barnagarðsstovuni Fossdalur, at byrja 01. mai 2023, sí starvsstaður.

Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað í eitt ár fram. Tað vil siga frá 16. mars 2023 til 16.
mars 2024 og frá 01. mai 2023 til 01. mai 2024.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

• Hevur mildleika, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
• Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við
børnunum.
• Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.
• Sær møguleikar fram um forðingar.

Fysisku karmarnir, ið vit hava eru:

Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Starvsstaður er Barnahúsið IMBA:

Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella leiðslan hava
tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til
starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 14. mars 2023,
kl. 12:00

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo 

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran á nr. 735891

 

Tað er skylda arbeiðsgevarans at fáa barnaváttan, áðrenn starvssetan.

 

Seinastu tíðindi

Ruddingardagur
12. mai 2025
Plantupakkar 2025
12. mai 2025
Skrivstovu­fólk til Hvannasunds kommunu
30. apr 2025
Leysir hundar
28. apr 2025
Tíðindaskriv - kvøld- og frítíðarundirvísingin Skúlin á Fossánesi 2025
24. apr 2025
Kunning - IRF
17. apr 2025
Skrivstovan stongd
14. apr 2025
Learn Faroese with FSA – Starting August 2025!
09. apr 2025
Kunngerð um broyting í byggisamtykt - Øki B, Hvannasund
19. mar 2025
Kunning - IRF
19. mar 2025