Skrivstovufólk til Hvannasunds kommunu

30. apr 2025

Vit sóknast eftir einum dugnaligum persóni til okkara skrivstovu at byrja eftir nærri avtalu.
Talan er um partíðarstarv á 10 tímar um vikuna.


Um starvið:

Sum skrivstovufólk kemur tú at hava ábyrgdina av journalisering, umframt at røkja:

- Folkskipan
- Vangan
- Fyrisitingarligt arbeiði annars


Vit vænta, at tú hevur:

- Skrivstovuútbúgving ella líknandi og/ella royndir sum skrivstovufólk
- Góðar telduførleikar
- Er væl fyri í føroyskum, donskum og enskum, bæði munnliga og skrivliga 
- Er tænastusinnað/-ur
- Góðar samstarvseginleikar
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- Væl skipað/-ur og virkisfús/-ur
- Hegni til at dagføra heimasíðu og sosialu miðlar er ynskiligt, men ikki eitt krav


Setanar og lønartreytir:

Starvið verður sett sambært sáttmálanum millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Tann, ið settur verður í starvið, eigur at tola broytingar í starvinum. Setanarbrotið er 0,25, starvið er tíðaravmarkað í 2 ár við møguleika fyri, at starvið verður skipað sum fast starv eftir hetta.
Starvið verður sett eftir nærri avtalu.


Umsókn:

Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til hvannasund@hvannasund.fo 12.05.25.


Spurningar:

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Beintu Lind Sørensen, kommunuskrivara á tlf. 735899 ella við at senda teldupost til hvannasund@hvannasund.fo 

 

 

Seinastu tíðindi

Kunning - Kaðalumlegging verður við Tunlarnar Norður um Fjall
21. mai 2025
Ung í arbeiði 2025
20. mai 2025
Ruddingardagur 19. mai
16. mai 2025
Skrivstovan stong í dag kl. 12:00
15. mai 2025
Ruddingardagur
12. mai 2025
Plantupakkar 2025
12. mai 2025
Skrivstovu­fólk til Hvannasunds kommunu
30. apr 2025
Leysir hundar
28. apr 2025
Tíðindaskriv - kvøld- og frítíðarundirvísingin Skúlin á Fossánesi 2025
24. apr 2025
Kunning - IRF
17. apr 2025