75 ár sum sjálvstøðug kommuna

31. des 2024

Í brævi frá Føroya landsstýri, dagfest 31. oktober 1949 til Viðoyar kommunu verður m.a. sagt soleiðis:

Løgtingið hevur í síðstu tingsetu játtað umsókn frá íbúgvarum í Viðoyar kommunu at býta kommununa sundur soleiðis, at Viðareiði verður kommuna fyri seg (Viðareiðis kommuna) og Hvannasund, Múli, Fossá, Norðdepil, Depil og Norðtoftir verða kommuna fyri seg (Hvannasunds kommuna) og at henda sundurbýting verður frá 1. januar 1950, sbr. viðlagda nevndarálit og uppskot landsstýrisins til sundurbýtingar.

Sostatt eru á midnátt 75 ár síðan okkara kommuna var stovnað sum sjálvstøðug kommuna. Á øðrum staði her á síðuni hevur Trivnaðarnevndin boðið til ein drekkamunn í Skúlanum á Fossánesi kl. 14 til 16 í hesum sambandi. Kommunan skipar eisini fyri flottum fýrverki á midnátt.

Seinastu tíðindi

Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers
19. okt 2026
Kunningarfundur á Miðnám á Kambsdalið 29 okt. 2026
15. okt 2026
IRF - Kunning
14. okt 2026
Starvslýsing - frítíðar­skúlin
02. okt 2026
Skrivstovan er stongd eina løtu í dag.
30. sep 2026
Tíðindaskriv um íverksetaraskeið frá Visit North
30. sep 2026
Bygda­ráð­sfundur 30.09.2026
28. sep 2026
Væleydnaður upplýsingarfundur við tilflytarar – Integratión Norð­Eystur
28. sep 2026
Kunningarfundur fyri tilflytarar á Miðnámi á Kambsdali
22. sep 2026
Leysir hundar
19. sep 2026