Væleydnaður upplýsingarfundur við tilflytarar – Integratión NorðEystur

28. sep 2026

Hóskvøldið 24. september 2026 var fyrsti upplýsingarfundurin fyri tilflytarar í Integratión NorðEystur, har Sóley Sjúrðaberg integratiónssamskipari kunnaði um lívið í Føroyum og møguleikarnar fyri at gerast virknir limir í samfelagnum.

Umleið 12 tilflytarar møttu til hendan fyrsta kunningarfundin, sum varð hildin í Miðnámi á Kambsdali.

 

Endamálið við fundinum var at geva nyttugar upplýsingar um føroyska samfelagið, mentan, gerandislív, rættindi og ábyrgdir. Fundurin gav eisini møguleikar at læra um almennu tænasturnar, at hitta onnur nýkomin og at gerast partur av lokala samfelagnum.

 

Sóley Sjúrðaberg, integratiónssamskipari, fegnast um, at fundurin eydnaðist sera væl, fleiri tilflytarar møttu og luttóku aktivt, har tey lutaðu sínámillum spurningar, royndir og sjónarmið.

 

- Samrøðurnar staðfestu ein sterkan áhuga í at læra meir um lívið í Føroyum og at gerast virknir limir í samfelagnum.

Integratión NorðEystur hevur fyri fáum døgum síðan fingið nýggja heimasíðu, www.ine.fo, har øll kunning, sum er viðkomandi fyri tilflytarar og onnur áhugað, verður savnað.

 

Integratión NorðEystur fevnir um Fuglafjarðar kommunu, Eysturkommunu, Klaksvíkar kommunu, Kunoyar kommunu, Hvannasunds kommunu, Viðareiðis kommunu og Fugloyar kommunu.

 

Næsti kunningarfundur verður í Miðnámi á Kambsdali hóskvøldið 29. oktober kl. 18:20-19:20.

 

Mynd frá kvøldinum 1

Mynd frá kvøldinum 2

Seinastu tíðindi

Kunningarfundur á Miðnám á Kambsdalið 29 okt. 2026
15. okt 2026
IRF - Kunning
14. okt 2026
Starvslýsing - frítíðar­skúlin
02. okt 2026
Skrivstovan er stongd eina løtu í dag.
30. sep 2026
Tíðindaskriv um íverksetaraskeið frá Visit North
30. sep 2026
Bygda­ráð­sfundur 30.09.2026
28. sep 2026
Væleydnaður upplýsingarfundur við tilflytarar – Integratión Norð­Eystur
28. sep 2026
Kunningarfundur fyri tilflytarar á Miðnámi á Kambsdali
22. sep 2026
Leysir hundar
19. sep 2026
Kunning Hvannasunds havn - Asfaltering norðafyri byrgingina
18. sep 2026