Barnahúsið IMBA søkir eftir starvsfólki.

17. jan 2025

Til barnagarðsstovuna Fossdal, søkja vit eftir einum námsfrøðingi til 31 tíma viku, at byrja 05.02.2025

Til barnagarðsstovuna Breytadal, søkja vit eftir einum námsfrøðingi ella hjálparfólki til 38 tíma viku, at byrja 01.04.2025.

Um hjálparfólk søkir blívur tað sett í tíðaravmarkað starv fram til 01. Juni 2027
Eitt av mongu arbeiðsamboðunum Barnahúsið Imba brúkar er arbeiðsamboði betri vinir.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

• Hevur mildleika, tolsemi, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
• Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.
• Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.
• Sær møguleikar í gerandisdegnum á og útfrá dagstovninum.

Fysisku karmarnir, ið vit hava eru:

Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi. Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA, Barnahúsið Imba er dagstovnur hjá Hvannasunds kommunu. Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.
Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 31. januar 2025, kl. 12:00.

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.
Vinarliga,
Ingrið Fuglø,
Leiðari Barnahúsið Imba,
tlf. 735891

Seinastu tíðindi

Kunningarfundur á Miðnám á Kambsdalið 29 okt. 2026
15. okt 2026
IRF - Kunning
14. okt 2026
Starvslýsing - frítíðar­skúlin
02. okt 2026
Skrivstovan er stongd eina løtu í dag.
30. sep 2026
Tíðindaskriv um íverksetaraskeið frá Visit North
30. sep 2026
Bygda­ráð­sfundur 30.09.2026
28. sep 2026
Væleydnaður upplýsingarfundur við tilflytarar – Integratión Norð­Eystur
28. sep 2026
Kunningarfundur fyri tilflytarar á Miðnámi á Kambsdali
22. sep 2026
Leysir hundar
19. sep 2026
Kunning Hvannasunds havn - Asfaltering norðafyri byrgingina
18. sep 2026