Jólatrøini í Hvannasunds kommunu verða tendrað

27. nov 2025

Leygarkvøldið, 29. november kl. 18, verða jólatrøini í Hvannasunds kommunu tendrað

 

Almenna jólatræhaldið í ár verður í Hvannasundi. Hallgerð Akurstein heldur røðu.

Felagssangur verður eisini.

Kaffi, te og okkurt afturvið verður at fáa uttan fyri Gamla skúla, har haldið verður. 

Børnini fáa ein bommpakka

 

Skrá:

Haldið byrjar kl. 18

- boðið verður vælkomin

- felagssangir: Eg eri jólamaðurin og Nissu mamma og nissu pápi

- Hallgerð Akurstein flytir fram røðu

- felagssangur: Gleðilig jól

- kaffi, te og karamellur - børini fáa ein bommpakka

 

Við vón um góða undirtøku

Trivnaðarnevndin

 

Felagssangir:

Eg eri jólamaðurin


1. Eg eri jólamaðurin
við stórum gráum skeggi,
í koti og svørtum knæbuksum
eg búgvi í hulduheyggi.
– Jólini nærkast í hvørjum,
allarbest mær hugnar í Føroyum,
nú er stund at gleða seg,
tí jólini nærkast í hvørjum.

2. Tá komið er út í atventu
og jólini nærkast í hvørjum,
hugsi eg bara um jólagávur
til dreingir og gentur í Føroyum.

3. Eg veit, tey sita og gleða seg
bæði á bygd og í býnum;
nógvar verða gávurnar,
tí hvørt má halda á sínum.

4. Her eru dukkur og dukkustovur,
hestar, bilar og bátar,
ein so vakur flúgvari
og nógvir tinsoldátuar.

5. Her eru dýr í hópatali,
fuglar og smáir fiskar,
ein so fittur hundahvølpur
og ein lítil kiska.

6. Her er alt, sum børnum dámar,
tað er ikki um at tosa.
Lat so bara jólini koma,
nú havi eg fullan posa.

 

Nissumamma og nissupápi


1. Nissumamma og nissupápi,
nissugenta og drongur,
nissubøkur, nissuborð,
nissufólkakongur.


Tjúkka nissa, klæna nissa,
stutta nissa, langa nissa,
stjørnurnar, tær glampa,
allar nissur trampa.


2. Reyða húgvu, hosur gráar,
allar nissur eiga,
renna so um jólatræið
og hvønn annan leiða.


Troyggjan reyð og skjúrtið grátt,
á – sum nissan, hon er flott,
stjørnurnar, tær glampa,
allar nissur trampa.


3. Rísingreyt og ræstan fisk,
bomm og stóran pakka
nissubørn, tey ynskja sær,
og tey bara snakka.


Tjúkka nissa, klæna nissa,
stutta nissa, langa nissa,
stjørnurnar, tær glampa,
allar nissur trampa.

 

Gleðilig jól


1. “Gleðilig jól! Gleðilig jól!”
ljóðar av himli einglalag.
“Armi syndari, óttas ei nú,
gleðiboðskapin hoyrir tú:
:,: “Jesus er føddur í dag.” :,:”

2. Faðir vár! Faðir vár!
høgt tó tú á himli býrt,
ikki gloymdi tú barnið títt
elskaði syndiga hjarta mítt;
:,: veri um ævi tær dýrd. :,:

3. Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:,: fyri gleðilig jól. :,:

Seinastu tíðindi

IRF - Kunning
14. okt 2026
Starvslýsing - frítíðar­skúlin
02. okt 2026
Skrivstovan er stongd eina løtu í dag.
30. sep 2026
Tíðindaskriv um íverksetaraskeið frá Visit North
30. sep 2026
Bygda­ráð­sfundur 30.09.2026
28. sep 2026
Kunningarfundur fyri tilflytarar á Miðnámi á Kambsdali
22. sep 2026
Leysir hundar
19. sep 2026
Kunning Hvannasunds havn - Asfaltering norðafyri byrgingina
18. sep 2026
Ruskplássið stongt leygdar­dagin 19.09.26
17. sep 2026
Kunngerð frá útskiftingar­nevnd­ini fyri Norð­toftahaga
17. sep 2026