Kom og sig tína hugsan um ferðavinnu í Norðoyggjum

18. feb 2026

Í samband við at Landsstýrið hevur álagt øllum kommunum at gera ferðavinnuætlan, er Visit North farið undir at menna eina ferðavinnuætlan fyri flestu kommunurnar í Norðoyggjum. Endamálið við ferðavinnuætlanunum er at menna og fyriskipa ferðavinnuna í ymsu kommununum, so hon verður skipað á ein skilagóðan og burðardyggan hátt, við atliti til náttúru, lokal virði og trivnað í nærumhvørvinum. 

Tí verða heimafólk, festarar, hagastýri og onnur áhugað boðin til borgarafund. 

Á fundinum verður greitt nærri frá: 

·         hvat ein ferðavinnuætlan er og hvat endamálið er

·         hvussu arbeiðstilgongdin er skipað

·         hvussu borgarar og lokalir áhugapartar kunnu geva íkast til arbeiðið

Størstur dentur verður lagdur á tykkara íkast. Tí verður stórur partur av fundinum settur av til prát, spurningar og viðmerkingar. Hetta er fyri at geva øllum møguleika at koma til orðanna og seta fram upplivingar, ynski og hugskot um, hvussu ferðavinnan eigur at mennast í Norðoyggjum. 

Yvirlit yvir fundirnir: 

Viðareiðis Kommuna:  23. februar kl. 19.00 í Viðareiðis skúla 

Hvannasunds Kommuna:  24. februar kl. 19.00 í skúlanum á Fossánesi

Kalsoy: Syðradalur, Húsar, Mikladalur og Trøllanes: 26. februar kl. 19.00 í Avhaldshúsinum í Mikladali 

Kunoyar Kommuna: 2. mars kl. 19.00 í Bygdarhúsinum í Haraldssundi 

Klaksvík, Árnafjørður, Ánirnar og Norðoyri: 3. mars kl. 19.00 í Varpinum í Klaksvík

Svínoy: Nærri kunning kemur seinni. 

 

Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka og leggja síni sjónarmið fram. 

Um tú ikki ynskir at taka orðið, verður eisini møguligt at lata skrivligt íkast á fundarstaðnum. 

Er ikki møguligt at møta á borgarafundi í tíni kommunu, ert tú vælkomin at møta á hinum fundunum.  

Seinastu tíðindi

Ruskplássið stongt leygar­dagin 4. apríl 2026
01. apr 2026
Vinnaraseðlar frá lutaseðlu­num á Vármarknaðinum
21. mar 2026
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur leiðari í Barna­húsi­num Imba
17. mar 2026
Starvslýsing - Barnahúsið Imba
09. mar 2026
Kunngerð - Løgtingsval 2026
09. mar 2026
Kunngerð - Fólka­tingsval 2026
09. mar 2026
Kunning frá IRF - Broyting í innsavning Norð­toftir, Depil, Norðdepil og Hvannasund
25. feb 2026
Skráseting av oljutangum
24. feb 2026
Endur­lýsing - leiðari til Barnahúsið Imba
23. feb 2026
Kom og sig tína hugsan um ferðavinnu í Norð­oyggjum
18. feb 2026