Starvslýsing - Barnahúsið Imba

23. jan 2026

Barnahúsið IMBA Brennur tú fyri góða, stuttliga, mennandi ávirkan á lívið hjá børnum!

Barnatali veksur. Vit søkja tí eftir tveimum starvsfólkum, námsfrøðingi, hjálparfólki ella námsfrøðiligum atstøðingi, at byrja 16. februar 2026.

Eitt starv á 30 tíma viku í vøggustovu børn 0 til 3 ár.

Eitt starv á 34 tíma viku í barnagarðsstovu børn 3 til 5 ár.

Um eingin námsfrøðingur søkir blívur námsfrøðiligur atstøðingi ella hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv í eitt ár.

Barnahúsið Imba er ein stovnur við trimum stovum við íalt 39 børnum. Vit hava eina menningarætlan, ið vit brúka í okkara námsfrøðiliga arbeiði. Barnahúsið Imba brúkar eisini námsfrøðiliga arbeiðsháttin betri vinir, ið er ætla til, at fyribyrgja happing.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
• Hevur mildleika, tolsemi, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
• Er jaligt, møtir væl upp, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.
• Er sjálvstøðugt, hevur yvirblikk, ert álítandi, og nærverandi.
• Sær møguleikar í gerandisdegnum á og útfrá dagstovninum.

Fysisku karmar: Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi. Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti: Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA, Barnahúsið Imba er dagstovnur hjá Hvannasunds kommunu. Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsóknir við cv, møguligum prógvi, arbeiðsváttanum, skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo, áðrenn 07.02. 2026 kl. 10

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Seinastu tíðindi

Starvslýsing - Barnahúsið Imba
09. mar 2026
Kunngerð - Løgtingsval 2026
09. mar 2026
Kunngerð - Fólka­tingsval 2026
09. mar 2026
Kunning frá IRF - Broyting í innsavning Norð­toftir, Depil, Norðdepil og Hvannasund
25. feb 2026
Skráseting av oljutangum
24. feb 2026
Endur­lýsing - leiðari til Barnahúsið Imba
23. feb 2026
Kom og sig tína hugsan um ferðavinnu í Norð­oyggjum
18. feb 2026
Útskifting - Depil fyri norðan
02. feb 2026
Kommunuskrivstovan er stongd fyrrapart 29.01.26
28. jan 2026
Starvslýsing - Barnahúsið Imba
23. jan 2026