Endurlýsing - Starv í Skúlanum á Fossánesi skúlaárið 2026/27

01. jul 2026

Starv í Skúlanum á Fossánesi skúlaárið 2026/27

• 1 tíðaravmarkað lærarastarv uml. 0,7 vegna avlopstímar og niðurskurð. Tímatalið verður endaliga
ásett 1. sept 2026.
Søkt verður eftir lærara, ið kann undirvísa í lærugreinum í innskúling og miðdeild millum annað smíð, ítrótti, náttúru og tøkni, kristni. Góðir KT-førleikar eru ein fyrimunir.

Tann, ið settur verður, skal:

• duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.
• vera fús/ur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.
• hava áræði til at taka ábyrgd
• vera stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur.

Lønar og setanartreytir

• Lærara starvið verður lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsóknir við tíðarrensli, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. juli 2026 kl. 12.00.


Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: fos@skulin.fo ella sendast til:

Skúlin á Fossánesi
Fossávegur 27
FO-730 Norðdepil


Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Veroniku Petersen, skúlastjóra á tlf. 735894 ella á t-post fos@skulin.fo.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Komandi skúlaár vera 39 næmingar frá 1.til 7. flokk í Skúlanum á Fossánesi, 5 lærarar og ein námsfrøðingur.

Seinastu tíðindi

Endur­lýsing - Starv í Skúlanum á Fossánesi skúlaárið 2026/­27
01. jul 2026
Ferða­vinnu­ætlan fyri Hvannasunds kommunu til almenna hoyring
26. jun 2026
Endur­lýsing - leiðarastarv í Frítíðarskúla­num á Fossánesi
19. jun 2026
Samstarvsavtala um integratión fyri norður-/­eysturøkið undirskrivað
18. jun 2026
Útivikan 2026
17. jun 2026
Hvannasunds kommuna ásetur tænastugjald á tóm býli frá 1. januar 2027
12. jun 2026
Starvs­fólk til Frítíðarskúlan á Fossánesi
12. jun 2026
Útivika í viku 26
10. jun 2026
Starvslýsing skúlaárið 2026/­27
29. mai 2026
Avtala um íbúðarbygging undirskrivað
28. mai 2026