Starvslýsing

18. apr 2023

Tekniskt starvsfólk til Hvannasunds, Kunoyar og Viðareiðis kommunur

Hvannasunds, Kunoyar og Viðareiðis kommunur søkja í felag eftir tekniskum starvsfólki at byrja 1. mai 2023 ella skjótast gjørligt eftir tað. Endamálið við starvinum er at geva borgarunum og øðrum viðskiftafólkum eina góða og skynsama tænastu, sum livir upp til øll nútíðar krøv og at flyta kommunurnar fram á burðardygga leið.

Starvið umfatar málsviðgerð, ráðgeving og menning av tekniskum málum og skipanum.

Høvuðsuppgávur:
·         Veita borgarum og vinnulívinum góða og skynsama tænastu

·         Veita bygdaráðunum og tess umsitingum fakliga ráðgeving

·         Málsviðgera og fyrireika teknisk mál

·         Tryggja at samtyktir í bygdaráðunum verða framdar

·         Viðvirka til at fremja burðardygga menning

Førleikar:
·         Útbúgving sum byggifrøðingur ella annað samsvarandi útbúgvingarstøði

·         Hava kunnleika til BK17

·         Duga væl at samskifta í talu og skrift

·         Hava tænastusinnaðan hugburð

Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært galdandi sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til

·         Hvannasunds kommunu t-postur: hvannasund@hvannasund.fo , tlf. 452027

·         Viðareiðis kommunu, t-postur: info@vidareidi.fo, tlf. 451083

·         Kunoyar kommunu, t-postur: kunoy@kunoy.fo, tlf. 459900

Umsókn við avritum av møguligum prógvum og ummælum verða at senda til hvannasund@hvannasund.fo í seinasta lagi 26/4-2023.

Kommunurnar skila sær rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar ella ongan at taka.

Seinastu tíðindi

Kunning frá IRF - Rottangatøming í viku 38
20. sep 2023
Barnahúsið IMBA søkir eftir starvs­fólki
20. sep 2023
Leysgang­andi hundar
11. sep 2023
Ruskplássið er stongt leygar­dagin 29. juli
26. jul 2023
Summarfrí
24. jul 2023
IRF - Er posin ikki heintaður
18. jul 2023
Kommunuskrivstovan 29. juni
28. jun 2023
Nýtt amboð at skilja ruskið
28. jun 2023
Kunngerð frá útskiftingar­nevnd­ini í Hvannasundi
26. jun 2023
Barnahúsið IMBA søkir eftir starvs­fólki
21. jun 2023